Kunningarfundur um Føroyar lesa

Uttanríkis- og mentamálaráðið bjóðar til kunningarfund um átakið Føroya lesa.

Kunningarfundurin verður á Landsbókasavninum hósmorgunin 17. september 2020 kl. 09.00.
Føroyar lesa er átak, ið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Nýggjar kanningar av lesivanum og málmenning millum børn og ung í Føroyum geva greiðar ábendingar um, at tørvur er á at varpa ljós á lesing í Føroyum.

Á kunningarfundinum fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at kunna um átakið Føroyar lesa. Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur og ph.d á Námsvísindadeildini, hava stutta framløgu um nýggjar kanningar av lesivanum, sum lýsa og staðfesta týdningin av góðum lesivanum og grundleggjandi málmenning hjá børnum, har lesing hevur ein týðandi leiklut.

Harumframt fer Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, at siga nøkur orð um leiklutin hjá  Kringvarpinum við støði í, at stóru stroymingtænasturnar gera, at enskt vinnur alt meira fram. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina. 

Aftaná verður høvi at skifta orð við stigtakararnar av verkætlanini.

Kaffi og ein lættur biti verður at fáa.

Orsakað av koronusmittuni verða tey, ið ætla at taka lut, biðin um at boða frá luttøku áðrenn mikudagin 16. september kl. 12.00 á palln@ummr.fo.