Kunningarblað við ársenda 2017 frá Kvívíkar kommunu
Vit loyva okkum hervið at senda tykkum kunningarblað vð ársenda 2017 frá Kvívíkar kommunu.
Í blaðnum er ein gjøgnumgongd av tí, sum sitandi kommunan hevur framt í hesum árinum, eins og nakrar av ætlanunum, bygdarráðið hevur stungið út í kortið fyri 2018.
Millum annað ætlar kommunan at gagnnýta møguleikarnar í teimum báðum stóru áunum í bygdini til framleiðslu av grønari orku til teir størru bygningarnar í Kvívík; dagstovnin, skúlan og svimjihylin.
Lesið um hetta og annað áhugavert í kunningarblaðnum, sum er viðheft
Gleðilig jól og gott nýggjár!
Vinarliga
Kvívíkar kommuna