Lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey framman undan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.
Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptiknir á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.
Umsóknarbløð kunnu fáast á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum www.imr.fo og hjá kommununum og føroysku viðskiftastovunum. Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin.
Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku á vallista av veljarum. Landsfólkayvirlitið førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.
Lesandi kunnu greiða brævatkvøðu í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.