Kunning um handikapskelti tá ferðast skal uttanlands

Innlendismálaráðið og MBF hava fingið kunnleika um, at nógvir Føroyingar, sum hava ferðast í Danmark og aðrastaðni í Evropa við føroyskum handikapskelti, hava fingið parkeringsbøtur.


Innlendismálaráðið arbeiðir tí við at gera eina lógarbroyting í ferðslulógini, soleiðis at føroysku handikapskeltini framyvir koma at hava somu útsjónd sum handikapskeltini í EU. Hendan lógarbroytingin verður tó ikki klár til summarfrítíðina í ár.


Innlendismálaráðið hevur vent sær til Danske Handicaporganisationer(DH), fyri at kanna, um føroyingar kunnu útvega sær eitt danskt handikapskelti. Innlendismálaráðið hevur fingið upplýst, at einki er til hindurs fyri hesum.


Danska handikapskelti er viðurkent í EU, og kann tí brúkast í øllum ES-londum.


Fyri at søkja um danskt handikapskelti skal eitt umsóknarblað fyllast út av umsøkjara og kommunulækna.


Umsóknarblað og vegleiðing finnast á hesi leinkju:


http://www.handicap.dk/brugerservice/skemaer/ansoegningsskema-til-parkeringskort


Skeltið kostar 425 kr. og er galdandi í 10 ár. Umsóknartíðin er umleið 4 vikur. Umsóknin skal sendast til:


Danske Handicaporganisationer


Kløverprisvej 10B


2650 Hvidovre