Kunning til føroyingar uttanlands

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Atlantic Airways avmarkar flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +298 34 10 00 og, tey við SAS beinleiðis til flogfelagið á +45 70 102 000. Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag. Tey, sum er stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.

Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Borgaratænastuna hjá Uttanríkistænastuni +298 30 40 20.

Hevur tú spurningar um sóttarhald ella onnur heilsufaklig viðurskifti, eru upplýsingar at finna á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. 

Hevur tú sjúkueyðkenni, eigur tú at ringja til læknavaktina á 1870.

Viðvíkjandi ferðing uttanlands annars, verður víst til ferðaleiðbeiningina.