KSS: Nógv virksemi hjá KSS

Á Klaksvíkar Sleipistøð hava tey ikki merkt afturgongd í virkseminum orsakað av corona. Tey hava gjørt nógv burturúr at avmarka smittuvandan.

Vinnuhúsið:

- Virksemið hevur verið nøkulunda sum í fjør, og nóg mikið hevur verið at gjørt, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS.
 
Klaksvíkar Sleipistøð hevur alt vanligt smiðju- og viðlíkahaldsarbeiði fyri skip, virkir og tað almenna.
 
KSS tekur sær av stálarbeiði, el, hydraulikki og mekanikki. Arbeiðið fevnir bæði um umvælingar og umbyggingar. KSS hevur eisini dótturfelagið, Búrhellu, ið rekur tænastu við kranabilum og loðs- og sleipibáti.
 
Hóast onkur skip og bátar vórðu løgd orsakað av corona, hevur hetta ikki rakt KSS. Reiðarar hava nevniliga nýtt høvið til at framskunda ymiskar umvælingar, sum annars skuldu verið gjørdar seinni í ár, sigur Frimodt Rasmussen.
 
Ymiskar meiningar
Tað er ongin loyna, at Klaksvík hevur verið eitt av hart raktu økjunum, tá tað snýr seg um corona.
 
Smittan loypti fjáltur á nógv fólk - eisini á KSS.
 
- Í fyrstuni vóru fólk bangin, men eg haldi, at tey sissaðust skjótt aftur. Eisini vóru tað summi, sum hildu alt hetta vera nakað forferdiligt fjas. Sum leiðsla má mann so stýra millum skerini og gera tað so trygt hjá øllum sum til ber. Hvørki ov nógv ella ov lítið, sigur Frimodt Rasmussen.
 
Tvey lið
Hjá KSS starvast millum 60 og 70 fólk, men ongi teirra hava verið sjúk av corona. Beinanvegin smittan fór at gera um seg í Føroyum, gjørdu tey broytingar í arbeiðsgongdunum hjá KSS fyri at avmarka smittuvandan.
 
Starvsfólkini í umsitingini og á goymsluni vórðu býtt upp í tvey lið, sum arbeiddu annan hvønn dag.
 
Fólkini, sum fara út til kundar – vanliga 2-4 mans í einum toymi – hildu fram í sínum toymum. Fyri at avmarka óneyðuga gongd, varð avrátt, at teir skuldu ikki møta upp á arbeiðsplássinum, men fara beint út til kundan.
 
Skermar og ongin sjálvtøka
Á skrivstovuni og goymsluni settu tey høgar skermar upp úr pleksiglasi fyri at verja starvsfólkini móti møguligari smittu. Í fyrstuni hildu fólk tað vera eitt sindur løgið, men øll hava vant seg við tað nú, sigur Frimodt Rasmussen.
 
Hann sigur, at tey hava fingið vegleiðing frá Pál Weihe, leiðara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, um hvussu tey best kundu verja starvsfólkini móti smittu.
 
Í kantinuni vóru eisini stórar broytingar. Matarskipanin við sjálvtøkuborði varð steðgað, og fólk noyddust aftur at taka matpakka við. Í mesta lagi 10 fólk sluppu at vera í kantinuni í senn.
 
Ætlanin er at fáa gongd á matarskipanina aftur, sigur Frimodt Rasmussen. Nú kunnu vera upp til 50 fólk savnað, men um ásetta frástøðan skal haldast, kunnu ikki so nógv savnast í kantinuni.
 
Nú bíða tey eftir, hvussu gongdin verður við smittuni og hvørji tilmæli, myndugleikarnir fara at koma við.
 
Framleiðsluvinnan avgerandi

Átta fólk hjá KSS hava verið í ALS-skipanini í ein góðan mánað. Hetta eru fólk, sum vórðu sett niður í hálva tíð, tá starvsfólkini vórðu býtt sundur í tvey lið.
 
Nú eru øll til arbeiðis aftur, og ongin er eftir í ALS-skipanini.
 
Frimodt Rasmussen er bjartskygdur um næsta árið. Tó við einum ávísum fyrivarni.
 
- Eg síggi bjart upp á tað. Um vit fáa latið eitt sindur upp, so skal okkara vinna nokk hava tað gott. Men hetta veldst sjálvandi um, hvussu fer at gangast hjá framleiðsluvinnuni at sleppa av við sínar vørur. Gongdin í KSS er nógv tengd at, hvussu tað gongst í framleiðsluvinnuni.