Kritiskur ella fundamentalistiskur konservativur bíbliulesnaður er hvør sítt

Bergur prestur hevur skrivað tvær greinir um Bíbliuna og samkynd. Í fyrru greinini fingu tey samkyndu eitt ljótt ummæli, men í tí seinra sigur hann seg vera góðan við tey, men at hann av bíbilskum ávum, sær seg noyddan til at ganga ímóti samkyndum hjúnabandi og at vælsignað tað.

Bergur hevur, eins og allir prestar, lisið guðfrøði á universitetinum, og har er eingin uttanatslæra, hvar studentarnir bert skulu endurgeva tað lisna, men høg krøv um kritiskan lesna við djúphugsni. Einki papageykasirkus við frammanundan fastløgdum hugsanum og meiningum.

Nú er tað so, at Bíblian, sum allar aðrar skriftir, skal lesast kritiskt. Og tað hava prestarnir sjálvandi lært, sjálvt um vit hvørki hava hoyrt ella sæð nakað til tað. Teirra kós er konservativ og bókstavtrúgv, so tað stendur eftir, og av somu orsøk verða ósek førd og leidd inn á blindgøtur, har tey kunnu siga ja og amen til alt, ið serverað verður. Uttanatslæra ja takk – kritiskan sans nei takk.

Varrakristindómur á høgum ókritiskum støði: 1. tekstarøð, 2. tekstarøð, 1. tekstarøð, 2. tekstarøð og so umaftur og umaftur og soleiðis kann hin einstaki - innanfyri 60 ár - fáa tvinnandi 30 dosir av sama slagi. íð við tíðini mestsum eru at samanlíkna við luftsteik og vindfrikadellir? Stórt sæð tað sama og tað sama og so aftur tað sama. Hevði ein skúli undirvíst ókritiskt annaðhvørt ár í teim somu lektiunum ígjøgnum alt lívið, so hevði lykilin verðið snaraður um og blakaður burtur, tí papageykatos kann bert brúkast til undirhald stutta tíð, síðani gerst tað meira ella minni meiningsleyst.

Hví tiskur tikunnu bíbliukøn ikki halda bíbliukritiskan kvøldskúla eina til tvær ferðir um vikuna, so vanlig fólk høvdu kunnu fingið møguleika at funnið út av, hvat ið er høvd, og hvat ið er hali.

Taka vit skapanarsøgurnar, so vita prestarnir frá lærutíðini av, at tað finnast tvær. Í aðrari verður Adam skaptur fyrst og Eva aftaná, og hon fær at vita, at hon skal vera Adami undirgivin. Og hvat hava menninir lært av tí? Jú, at kvinnur til eina og hvørja tíð skulu vera manninum undirgivnar. Hetta hevur ført til eina viðvarandi kúgan, í fleir túsund ár, av kvinnunum. Og islam kann enn tann dagin í dag vísa, hvat ein av avleiðingunum hevur ført við sær. Teirra røtur eru eins og tær kristnu røturnar, komnar úr jødadóminum. Men okkum nýtist ikki at vísa til islam, tí teir kristnu menninir hava eisini sitið á kvinnunum – kúga tær við og uttan harðskap – og nakrir gera tað eisini tann dagin í dag við at vísa til Bíbliuna. Man Jesu pápi ikki gráta yvir fávitskuna?

Annars eru tað ikki mong ár síðani, at kvinnum ikki var loyvt at verða prestar, og vit hava samkomur enn, sum ikki vilja hava kvinnuligar samkomuleiðarar. Tær hava ikki sama útstýr – sum menn hava - og kunnu tí koma nærri at komfýrinum og kjøtgrýtunum og annars øllum tí húsliga, so tær eru betri egnaðar sum tænarar enn sum leiðarar. Tiga og vera undirgivnar. Mann nakar trúgva upp á tað? Kanska ein kvøldskúli saman við útvarpsfyrilestrum kundi greina málið, um førleiki og vilji er til tess.

Hin skapanarsøgan fortelur, at Adam og Eva vórðu skapt samstundis, og tað vita prestar og samkomuleiðarar væl, men hví verður so henda skapanarsøgan tagd burtur? Ja, spyr teg sjálvan. Tí einasta svarið er, at kúgararnir vildu og vilja fasthalda kúganina og harafturat halda fast um, at kúganin var og er bíbilsk - frá sjálvum Gudi. Og den fanansskapur. Helvtin av klótini skuldi kúgast, og hin góði og kærleiksfulli Guð skuldi hava skyldina. ”Tað var Guð, og als ikki eg. Gev tí ikki mær skyldina”. Sikken eitt sirkus.

Hvat við kvinnuligu prestunum? Tær høvdu fingið fótin, um ongin bíbliukritiskur vaknaði og purraði út og spurdi, um menn vóru klárvaknir og dugdu at síggja galskapin. Men ikki øll hava sæð hann enn, men ganga sum mekaniskt upptrektar dukkur og bløbba upp í samanaftur: kvinnur skulu vera manninum undirgivnar. Man skuldi trú, at vit livdu í ár 2016 fyri Kristi føðing og ikki eftir.

Bíblian er sett saman av nógvum bókum, men nakrar, ið upprunaliga vóru ætlaðar við, vóru liggjandi eftir - vrakaðar. Kunnu prestar og samkomuleiðarar siga okkum, hví so var. Og eisini siga okkum, hvussu vit skulu skilja andsøgnirnar og tær ymisku søgurnar, sum vit kunnu lesa okkum til – t.d. skapanarsøgurnar. Hví eru tvær?

Og hvat við søguni um slanguna í freistaði Evu í Paradís? Ein søga, ið leiðandi jødar funnu uppá á teirra ferð vestureftir til lovaða landið, fyri at halda jødarnir frá slangukultinum, sum dró nógvar jødar til sín, og soleiðis kundi gera teir veikari, um stríð tók seg upp við onnur fólkasløg á vegnum. Sama orsøkin gjørdi seg galdandi við homoseksuellum ceremonium, sum onnur fólkasløg hildu, og sum eisini dró jødar til sín. Hetta mátti steðgast, so teir leiðandi jødarnir – og ikki Gud - gjørdu nevndu ceremoniir syndugar. Men teirra søguligu útsagnir eru á okkara døgum gjørdar til Guðs orð. Hví tað? Kanska prestar og samkomuleiðarar hava svarið?

Guð hevur skapt okkum øll. Foreldur okkara hava fingið egg og sáð para saman. Og eftir 9 mðr. hava vit sæð dagsins ljós. Alt er skapað av Guði. Einans Guð kann skapa okkum við øllum tí, vit hava fingið: heila, hjarta, lungur og blóð, bert fyri at nevna nøkur dømi, og ongin annar kann gera tað, tí um so 10.000 vísindafólk brúkti 10.000 ár fyri at skapa eitt menniskja við øllum tí, ið eitt menniskja hevur – úr sjálvgjørdum materiali, so hevði tað ikki eydnast. Fantastiskt. Gud er ikki ein skapari millum aðrar, men hann er Skaparin.

Vit vita, ella átti at vita, at Guð er góður. Tí ger tað mær ilt, at Guðs tænarar tilsíðisseta og eisini fordøma nakrar av Hansara skapningum. Nøkur av Guðs børnum eru ikki sum fjøldin, men Guð hevur sagt, at vit eiga at elska næstan sum okkum sjálvi. Nøkur eru hølt og skeiv, onnur eru blind og deyv, uppaftur onnur hava kroniskar sjúku og nøkur eiga ikki til dagin og vegin. Hesu eru eisini okkara næstar, sum vit eiga at elska og taka okkum av.

Og so hava vit tey samkyndu. Tað er mær ein stór gáta, serliga at prestar, predikantar og samkomufólk skulu leggja hesum Guðs børnum forðingar í vegin, so tey ikki kunnu liva eitt vanligt lív, sum onnur. Tí tað er eingin ivi í míni sál um, at hesu eru Guðs skapningar, eins og vit eru tað. Halda hesi, ið kalla seg fyri Guðs børn, at faðir teirra er glaður fyrri niðurgerðingina, sum tey geva sínum systkin, ið eisini eru skapt í Guðs bílæti. Ella halda hesir og teirra samsintu, at Guð er ein óndur fani, sum oyðileggur lívið fyri nøkur fyri at frøast yvir teirra vanlagnu? Men soleiðis er Guð sjávandi ikki. Óndskapurin verður framdur av menniskjum, tí tey halda seg vera. Var Guð óndur, so hevði verið neyðugt at slitið sambandið í stundini.

Nøkur verja seg við, hvat Paulus hevur sagt ella skrivað um sex, einamest um, at eingin - hvørki maður ella kvinna ella samkynd skuldu hava sex, men orsøkin var tann, at Paulus trúi fult og fast uppá, at Kristus fór at koma aftur heilt skjótt, og at tað tí gagnaði ongum at liva saman, hava sex og seta børn í verðina. Tey skuldu øll samla seg um nevndu afturkomu við at liva eitt kristiligt og siðaligt lív, meðan tey bíðaðu. Munka- og nonnukleystur fingu sín uppruna í nevnda samanhangi. Soleiðis kundu tey liva uttan sex. Heilaspuni ella hvat? Tað var so ikki Guð, sum fortaldi Paulusi eina aprílsøga um, at Jesus fór at koma aftur skjótt, tí hevði hann fortalt Paulusi tað, so var hann eisini komin. Við hvørt má man hyggja afturum forhangið fyri at fáa alt við, og tá fyrst skilir man, hvat ið er hvat. Fasadan og veruleikin eru ofta hvør sítt.

Ein morgun herfyri sat eg og hoyrdi morgunlesturin. Ein kvinnuligur prestur las, og eg sat róligur og lýddi á. Við eitt vekk fekk eg eitt sjokk og misti kroppin á gólvið, tí prestur las við harðari rødd og segði: Tað vóru ikki jødarnir, ið drupu Jesus, tað var Guð, ið drap hann. Eg eri ikki komin yvir tað enn. Sjálvandi veit eg, at Guð offraði sonin, men at fríkenna jødarnir, ið dømdu og krossfestu t Hann. Og at útrópa Guð sum drápsmann? Ja, soleiðis kann man kanska siga, um man hevur lisið teologi. Men hvør er meinigin? Var tað fyri at frítaka teir/tey seku?

Annað, ið tekur seg løgið út, og sum áður nevndi skúli kundi tikið sær av, er skrivað hjá Lukas 14, 26: ”Um onkur kemur til mín og ikki hatar faðir sín og móður og konu og børn og brøður og systrar, ja sína egnu sál við, kann hann ikki vera lærusveinur mín”. Hetta sigur Jesus. Ein andsøgn av eina aðrari verð? – ella hvat siga menn. Aðrastaðni stendur: ”Tú skalt elska faðir tín og móðir tína”. Hvat er nú hvat?

Og er jørðin – sum skrivað stendur- fløt við einum himmalhválvi við vatni bæði omanfyri og niðanfyri, soleiðis at vit fáa regn úr erva og vatn í áirnar í neðra? Hvat halda og siga okkara mongu fundamentalistar. Mundi Guð ikki vita betur, hann sum hevur skapað bæði himmal og jørð. Fløt jørð við einum himmalhálvi. Reint nonsens. Eitt sjálvsagt tema fyri ein bíblukritiskan kvøldskúla. At læra at lesa við skili. Konservativur fundmentalistiskur bíbliulesnaður ger tað ikki. Hann ger einans skaða.

Nógv siga sum Hitler: Gott mit unz. Hjólmar og skotvápn vórðu prýdd við útsøgnini, og fólk fingu fanan at føla. So tað er, sum sagt verður viðhvørt: At tað ikki er hvørt orð, ið svarast skal til, og heldur ikki hvørt gildið, ið farast skal til. Oh teir fanar. Teir eru mangir, ið geva seg út fyri at vera Guðs børn, men sum í veruleikanum eru sannir fanar, tíverri. Okkara verja er hon, at vit ikki taka alt, ið sagt verður, fyri góðar vørur, men hava eitt vakið eyga kombinerað við einum kritiskum sansi. Hitler var rómversk katolikkur. Eg sigi bara: Vorharra til hest. Og spyrji einaferð afturat eftir einum kritiskum bíbliuskúla, ið kann rusta fólkið til tenninar.

Ókritisk uttanatslæra oyðileggur meira enn hon gevur, um hon í heila tikið gevur nakað, sum helst. Fyri bert at nevna fá dømi um, hvussu praktiski høgravendi og fundamentalistiki kristindómurin manifesterar seg heima hjá okkum, so uppliva vit, at Guðs ríkidømi , sum er givið øllum fólkinum til ognar, verður givið teimum, ið hava ríkiligt frammanundan, og at flatskattur verður lagdur omaná sum eykagáva, meðan børn og sum regul mammur mugu fara svong til songar.

Og hevði tað so bara verið tað, men hesi somu við avskeplaðari kristindómsfatan, háa øll, ið eru í fátækraváa við sera ljótum útsagnum, sum t.d.: tey hava sjálvi verið úti um tað, tey nassa upp á samfelagið, tey fáa alt ov nógv, tey tíma ikki at arbeiða og okkurt sum er verri. Soleiðis tulka hesu sokallaðu krisni m.a. hægsta boð, um at elska Guð, og at elska næstan sum sjálvan seg. Eitt loss í reyvina til tey svongu og forfylgdu í staðin fyri at møta teimum við kærleika.  

Og síðani sitera tey bíbliuvers, ið ljóða væl í teirra egnu oyrum, men sum eru søgd í heilt øðrum samanhangi – at tann, sum hevur, skal fáa, so at hann hevur í yvirflóð, men frá honum, íð onki eigur, skal sjálvt tað lítla, sum hann hóast alt hevur, verða tikið. Hetta er kjarnin í einum avsporaðum kristindómi. Sum hin politiski vongurin hevur tikið til sín og praktiserar í tann mun, tey fáa fólksins stuðul, So verið varin.Vit kunnu sum einstaklingar vera vakin, og sjálvandi ikki svølgja alt rátt. Og spyr teg sjálvan, hvar demokratiið hevði verið, um øll ókritisk høvdu havt gingið eftir innihaldinum í Bíbliuni, Tað hevði ikki eksisterað.

Kvinnufrígering og javnstøða millum kynini høvdu heldur ikki eksisterað, um útgangsstøði hevði verið tikið úr fleiri túsund ára gomlum hugsanum og livihættum og síðani ókritiskt transformerða inn í okkara tíð. Hevði tað verið betri og rættari? Tað munnu tað vera fá, ið halda, vónandi bert nakrir religiøst konservativur fundmentalistiskir menn við einaræðislyndi.

Og Guð havi lov fyri, at so er.

Dagfinnur Danbjørg.