Kristinbjørg Høgnesen fyribils settur skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum

Mentamálaráðið hevur fyribils sett Kristinbjørg Høgnesen sum skúlastjóra á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna komandi skúlaár.


Jákup Andreasen, sum hevur verið skúlastjóri í skjótt 25 ár, hevur fingið farloyvi í eitt ár.


Kristinbjørg Høgnesen er útbúgvin cand. mag. í føroyskum og enskum, og hevur undirvíst á Fiskivinnuskúlanum síðan januar 2011.