Kristin heldur fram sum borgarstjóri á Tvøroyri

Hetta varð avgjørt á fundi mánakvøldið. Varaborgarstjórin verður Anita Vibergsdóttir.

Felagslistin til kommunuvalið á Tvøroyri hin 10. november 2020 fekk meira enn helmingin av atkvøðunum 51,6% og fýra umboð vald í býráðið. Hesi fýra eru á fundi í kvøld komin ásamt um, at Kristin Michelsen verður borgarstjóri og Anita Vibergsdóttir verður varaborgarstjóri.

Fundur til skipan av nývalda býráðnum verður tórskvøldið 19. november 2020 kl. 17.30 í býráðssalinum á Tvøroyri.