Krevur at Sosialurin avsannar

Perlur: Henrik Henckser, gevur Sosialinum knívin á struban. Oyggjatíðindfi 3. Desember 2008.


Henrik Henckser, er ikki ein persónur, sum finnur seg í, at vera úthongdur av Sosialinum, sum bussbølli, ið hevur drigið eina gamla konu afturúr bussinum.


Henckser hevur drúgvar royndir, at veita viðskiftafólki góða tænastu. Hann hevur koyrt taxa í Danmark í 14 ár, og hann hevur koyrt buss í fýra ár.


Hann var tí sjálvskrivaður til starvið hjá Mouritsens Bussum, tá hann kom til Føroyar.


Rættiliga skakkur gjørdist hann tí, tá hann fyrst 28. oktober, og síðani uppfylgjandi í grein 29. oktober, endaði á forsíðuni á Sosialinum, sum ógvuliga populistiskt, válkaði sær í, at ein kona var dottin uttanfyri bussin hjá Henrik Henckser, sum uttan himpr varð úthongdur og ærumeiddur so grovliga, at hann - bara uppá hesa skrivingina, varð uppsagdur frá Mouritsens Bussum.


Hetta hendi áðrenn málið var liðugt kanna, og nakra grundgeving vil Magni Mouritsen, stjóri í bussfelagnum ikki geva.


Men Henckser sigur, at hann hevur bara fingið eina munnliga frágreiðing, sum ljóðaði uppá, at hann var komin arbeiðsgevara sínum út í ringt orð!?


Henrik Henckser er limur í Havnar Arbeiðsmannafelag, sum nú vegna limin, hevur stevnt Mouritsens Bussum. Hvat stevningin ljóðar uppá, hava vit enn ikki fingið upplýst, men sannlíkt er tað, at fáa dóm fyri, at uppsøgnin var ógrundað.


Í brævi, dagfest 19. november, vísir fútin aftur, at Henrik Henckser hevur drigið gomlu konuna afturúr bussinum, so sum Sosialurin førdi fram.


Fyri Henrik er uppsøgnin sera álvarsom, tí hann hevur skaða í rygginum, og kann tí ikki gera hvat sum helst av likamligum arbeiði, og tað fer heilt víst at síggjast í kravinum til dóm.


Tað er Páll Nielsen, advokatur, sum hevur átikið sær at føra sakina fyri Henrik Henckser.


Sosialurin má bíða nakað. Blaðið hevur fingið eitt teldubræv frá Henriki, sum krevur av blaðstjóranum, Eiriki Lindenskov, at busstúrurin, sum endaði á forsíðuni, verður avsannaður, og at hann fær eina umbering.


Stutt og greitt, skrivar Henrik Henckser.


Efter samtale med min advokat kræver jeg hermed, at I trykker et dementi i jeres avis i samme størrelsesorden som jeres første, anden og tredje artikel om episoden med buschaufføren og den ældre dame, der blev slæbt efter en bus. Dementiet skal fremgå på forsiden i samme størrelsesorden og format som den 28. oktober i år.


Politiet har undersøgt sagen og jeg er pure frikendt.


Sker dette ikke inden 8 dage bliver sagen videregivet til pressenævnet samt min advokat.


Hetta mál kann - um blaðið ikki kemur við umberingini, endað í fjølmiðlanevndini og síðani í rættinum.