Ongin ivi má vera um, at fiskimálaráðharrin nú leggur upp til eina ognartøku av fólksins ogn, sum skal latast stórkapitalinum fyri eina symbolska upphædd.
Skuldi hetta eydnast, so fara komandi oljubrunnar eftir sama leisti, og fylgjurnar verða ikki til at liva við fyri 'ognarleysu' fjøldina. Ein endløsung í nútíðar útgávu.
Hetta má ikki henda. Hetta má og skal fólkið forða fyri nú og framhaldandi til málið er loyst og viðtikið.
Í tí sambandi skal fólkið hava høvi til - við fólkaatkvøðu - at avgera, hvussu fólksins ogn skal verða umsitin í framtíðini.
Dagfinnur Danbjørg.