Eftir at hava lisið greinina: Skattainntøkur - landskassin í Sosialinum fyri mikudagin 28. sep. eftir Henry Mellemgaard er bert eitt at krevja, og tað eru kollveltandi broytingar innan skattaskipanina skjótast tilber, so tær hundraðtals mill., ið sleppa skattafrítt, undir núverandi asosialu skattaskipan, verða skattaðar og nýttar til skattalætta og til at minka um landskassahallið.
Tað, ið fyrigongur nú, er fullkomuliga hol í høvdið. Kunnu ella vilja politikararnir ikki fremja neyðugu broytingarnar, so mugu fólkið gera tað við neyðugum aktiónum.
Dagfinnur Danbjørg.