KOKS, Simprentis og Guðrun & Guðrun í nýggjum norðurlendskum savni um kreativar vinnur við heitinum: "Vøkstur, kreativitetur og nýskapan í Norðurlondum"
Nógvar norðurlendskar fyritøkur í kreativum vinnugreinum eru í stórum vøkstri, eisini í kreppuni, og teirra kreativitetur og nýskapan hevur eisini jaliga ávirkan á aðrar vinnur.
Hetta verður lýst við 18 dømum í nýggjari casesamling frá KreaNord, ið er eitt norðurlendskt samstarv undir Norðurlandaráðnum. Fyritøkur úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Noregi eru umboðaðar, tríggjar úr hvørjum landi.
KreaNord er samstarv millum mentamálaráðini og vinnumáláráðini í Norðurlondum. Umframt KreaNord hava londini eisini eitt myndugleikasamstarv, har Vinnuframi umboðar Føroyar. Myndugleikasamstarvið hevur valt tær 18 fyritøkurnar í savninum út.
Fleiri dømi úr hvørjum landi vórðu skotin upp, og tey valdu dømini eru sett saman soleiðis, at tey tilsamans geva eina mynd av breiddini í kreativu vinnunum í Norðurlondum. Tey skulu vísa, hvussu ymiskt nýskapan kann fara fram, bæði í smáum og stórum fyritøkum, og vísa eisini, hvussu fjøltáttað samstarvið við aðrar vinnur kann vera.
Føroysku fyritøkurnar, sum eru við í savninum, eru KOKS, sum m.a. brúkar nýggja tøkni at samskifta við gestirnar, Simprentis, sum bjóðar skeið út í øllum heiminum við teldusimuleraðari oljuleiting, og Guðrun & Guðrun, har sum dentur í hesum føri er lagdur á menningarsamstarv teirra við kvinnur í Jordan. Fyritøkurnar úr hinum Norðurlondunum fevna m.a. um H&M, Kone-lyftur, íslendska CAOZ animatiónsstudio og Danish Crown.
Tað er danska CKO (Center for Kultur- og Oplevelsesøkonomi), sum hevur staðið fyri útgávuni av casesamlingini, og sum eisini samskipar myndugleikasamstarvið.
Casesamlingin kann takast niður á www.kreanord.org.