Krabbameinsfelagið luttekur á Fólkafundinum

Kom og vitja Krabbameinsfelagið á Fólkafundinum

Krabbameinsfelagið hevur aftur í ár ein bás á Fólkafundinum, sum verður hildin í Høllini á Hálsi í Havn 18. - 19. september frá kl. 11.00 til 19.00.

Á Fólkafundinum verður eisini ein fyrilestur við Guðrið Andorsdóttir, stjóra í Ílegusavninum, undir heitinum "Møguleikar at granska í krabbameini í Føroyum". Fyrilesturin er kl. 16.00 leygardagin 19. september.

Krabbameinsfelagið