1. januar tók Krabbameinsfelagið við formansskapinum og sekretariatinum hjá Nordisk Cancer Union, ið er meginfelag fyri krabbameinsfeløgini í norðanlondum.
Hetta var gjørt á fundi í Álandi. Myndin vísir aðalskrivaran í svenska Krabbameinsfelagnum Ursula Tengelin handa formansskapin til formannin í føroyska Krabbameinsfelagnum, Jákup N. Olsen.
Samskipari fyri NCU-sekretariatið verður Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðingur.
Johan Poulsen, yvirlækni/urologur umboðar Krabbameinsfelagið í vísindaligu nevndini hjá NCU, ið árliga býtur út 5.000.000 kr. til gransking innan krabbamein.