Krabbameinsfelagið fegnast um, at Heilsumálaráðið hevur sett nýggja sjúklingatrygging í verk.
Stutt fyri árslok kom ”lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” í gildi í Føroyum.
Nýggja sjúklingatryggingin fevnir um allar kanningar og viðgerðir, sum verða framdar av løggildum heilsustarvsfólkum. Hon fevnir eisini um øll viðgerðarstøð, har løggild heilsustarvsfólk starvast.
Krabbameinsfelagið fegnast um, at Heilsumálaráðið hevur sett nýggja sjúklingatrygging í verk. Hetta styrkir munandi um rættarstøðuna hjá føroyska sjúklinginum. Í staðin fyri at fara tungu og kostnaðarmiklu leiðina gjøgnum rættarskipanina, hava vit fingið eina skipan, sum ger tað nógv lættari hjá sjúklingi og eftirsitandi fáa endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum.
Ein stórur fyrimunur er, at sjúklingurin nú hevur fingið ein myndugleika, hann skal venda sær til. Sjúklingar ella eftirsitandi, sum halda seg hava rætt til endurgjald, skulu fráboða skaðan til danska stovnin Patientforsikringen. Øll heilsustarvsfólk hava skyldu til at hjálpa og vegleiða sjúklingum, tá ið ein skaði skal fráboðast. T.d ber altíð til at spyrja kommunulæknan um ráð.
Nærri upplýsing um nýggju sjúklingatryggingina fæst á heimasíðuni hjá Patientforsikringen www.patientforsikringen.dk og á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo.
Vinarliga
Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari