Koyriteknisk breyt í Føroyum

Tað hevur leingi verið eitt stórt ynski millum tey, sum arbeiða við ferðslutrygd í Føroyum, at fáa eina koyritekniska breyt. Í flestu grannalondum okkara hava koyritekniskar breytir átt sín natúrliga leiklut í koyrifrálæruni í nógv ár. Á einari koyritekniskari breyt kunnu bilførarar í tryggum umhvørvi fáa møguleika at royna síni evni og avmarkingar í ymsum vandamiklum støðum.


Ein arbeiðsbólkur við umboðum úr Innlendismálaráðnum, Akstovuni, Landsverk, Løgregluni, Ráðnum fyri Ferðslutrygd og koyrilærarnir lótu í februar 2010 eina frágreiðing, har mælt var til at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum.* Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, legði tann 4. mars 2013 ætlanina fyri landsstýrið fyri at vita, um undirtøka er fyri at arbeiða víðari við málinum. Undirtøka var fyri hesum, treytað av, at peningur kann finnast innan fyri karmarnar á fíggjarlógini.


Kári P. Højgaard hevur tí avgjørt at arbeiða víðari við málinum og kanna, um kommunur og privatir partar møguliga eru áhugaði í at vera við í fíggingini av eini koyritekniskri breyt. Ein møguleiki er eisini, at koyritekniska breytin kann gerast í stigum.