Koyrið so á motorin – nýggj vinnusjónarmið

Boðskapur til politisku skipanina: broytingar mugu til í føroyska samfelagnum.


Fyri at skapa eina góða framtíð í Føroyum mugu broytingar gerast. Ta fatan hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag, og fer felagið tí í nýggja bóklinginum “Koyrið so á motorin” at greiða nærri frá, hví so er, og at koma við tilmælum um broytingar.


Hósdagin 20. oktober kl. 16.30 fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at leggja bóklingin fram fyri politisku flokkunum í Kaffihúsinum í Vágsbotni í Tórshavn. Aftaná verður tónleikur og ábit við góðum møguleika fyri óformligum samskifti millum politikarar og vinnulívsfólk.


Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, væntar gott samstarv við politisku flokkarnar, sum fara at skipa samgongu eftir løgtingsvalið: “Føroya Arbeiðsgevarafelag er til reiðar at geva sítt íkast til politiska arbeiðið at finna eina haldgóða kós fyri Føroyar, tað skal ikki standa á.”


Um vit samanbera okkum við Norðurlond, so framleiða føroyingar minni fyri hvønn íbúgva. Vøksturin í føroyska búskapinum er ov lítil. Vøkstur í búskapinum er avgerandi fortreyt fyri, at lond kunnu varðveita vælstandin í landinum. Tað eigur at vera greitt fyri okkum øll, at vøkstur, vælstandur og vælferð ikki er nøkur sjálvfylgja.


Nú er valstríð, og føroysku valevnini tosa nógv um at betra hesar og hasar av okkara almennu tænastum. Men ein fortreyt fyri hesum er, at vit sum samfelag kunnu skapa vælstand. Uttan vøkstur og vælstand í føroyska samfelagnum, so verða eingir ágóðar hjá politikarum at býta út ella skapa eina góða framtíð við.


Vælstandurin hjá einum samfelag er treytaður av evnunum hjá samfelagnum at framleiða. Vit mugu tí skapa neyðugu fortreytirnar, røkja og verja okkara týdningarmikla tilfeingi og vera nærløgd í mátanum, vit nýta okkara tilfeingi, soleiðis at sum mest kemur burturúr.


Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera avgerandi, at neyðugar avgerðir verða tiknar og politiskar ætlanir framdar í verki. Neyðugt er, at politiska skipanin letur støðugar orrustur um smámál fara og í staðin fer undir arbeiðið við stóru samfelagsmálunum, ið liggja og bíða.


Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir tí eina greiða og haldgóða ætlan frá politisku skipanini um, hvør kósin fyri føroyska samfelagið skal vera. Við øðrum orðum, so er stundin komin at koyra á motorarnar.