Umhvørvisstovan hevur gjørt eitt kort, sum vísir valstøðini í Føroyum komandi fólkatingsval.
Í alt eru 58 valstøð.
Roknað eftir vídd er størsta valstað Giljanes, har fólk úr Miðvági, Sandavági og Vatnsoyrum velja, og tað minsta Lopra.
Hetta er annars seinasta ferð, at veljararnir í Haraldssundi sleppa at velja á staðnum. Til løgtingsvalið fer atkvøðugreiðslan fram í Kunoyar bygd.
Kortið við valstøðum kann heintast her.