Kórstevnan 2012 - Kórstevnur Føroya 45 ár

Nú verður aftur boða frá Kórstevnu – annað ár á rað hildin í Havn. Tað eru í ár liðin 45 ár síðan fyrsta felags kórstevnan í Føroyum var hildin á hvítusunnu 1967. Kórstevnan í ár er sostatt at meta sum eitt 45-ára jubileumshald og verður hildin í Norðurlandahúsinum í dýra biðidags vikuskiftinum 3.- 5. mai.


Tónlistarligir kórleiðarar á stevnuni í ár verða:


• Bernharður Wilkinson, sum umframt sítt dagliga virksemi á Tórshavnar Musikkskúla, er fastur dirigentur hjá Føroya Symfoniorksetri, og sum harumframt hevur Føroya Symfonikór og Tórshavnar Kamarkór um hendur.


• Jim Daus Hjernøe, professari í rytmiskum kórsangi við Det Jyske Musikkonservatorium í Ålborg og Århus, sum fleiri ferðir hevur havt skeið við føriskum kórleiðarum, og sum á kórstevnuni seinasta ár setti kveikjandi dám á kórstevnuna, har fleiri ungfólk eisini vóru við. Eins og í fjør hevur hann sítt gitna úrvalskór Voxnorth við sær, sum umframt at vera stuðlandi á stevnuni fer at hava egna konsert í samband við kórstevnuna.


Sangliga innhaldið á stevnuni verður sostatt fjølbroytt, so at yngri sum eldri sangarar í stórum felagskóri fara at uppliva bæði nútíðar rytmiskan og meira traditionellan, klassiskan kórsang.


Kórstevnan byrjar hósdagin 3. mai kl. 16.30 við innskriving og kórstevnuskráin verður kunngjørd seinni.


Gjald fyri luttøku, nótar og mat er 600 kr.


Veitslugjaldið er 300 kr.


Tilmelding fer fram á netinum – á www. tilmelding.fo, undir tiltøk, ella við at ringja á tel. 236060, gerandisdagar millum kl. 18.00 og 20.00.


Seinasti tilmeldingardagur er fríggjadagin 30. Marts


Lagt verður upp til eina spennandi Kórstevnu og vóna vit stóra luttøku.


Vinarliga


Umboð fyri kór í Havn og Kórsamband Føroya