Koronafrítt Jobmatch

Jobmatch 2020 verður í ár flutt yvir á ein spennandi virtuellan pall, sum í stóran mun kann tað sama, og á ein hátt meira, enn tann fysiski pallurin vit kenna til. Skipanin er roynd í øðrum londum, og fær góð ummæli frá bæði fyritøkum og lestrarstovnum.

Korona farsóttin hevur sett dagsskránna í mun til, hvussu vit kunnu ella ikki kunnu vera saman – eisini í Føroyum. Tó, so gevur hetta eisini høvið til nýhugsan at skapa tiltøk á ein øðrvísi og koronafríðan hátt.
Við at flyta tiltakið yvir á tann talgilda pallin, kunnu vit bæði røkka teimum, sum búgva og virka í Føroyum umframt tey, sum eitt nú sita hinumegin knøttin og ynskja at koma í samband við føroysku vinnuna. Hervið eru tað enn fleiri vitjandi, sum kunnu luttaka á Jobmatch og netverka við føroyska vinnugeiran.

Tann virtuelli pallurin er skipaður eins og tað fysiska tiltakið við básum við ymiskum sniði og samleikum, framløguhøli, forhøll og kunningardiski. Hvør luttakari kann leggja lýsing av felagnum, leys størv, verkætlanarevnir, filmar o.a. út á sín básavanga, sum tann vitjandi kann lesa, síggja og taka niður
JobPrát verður eisini á skránni í ár, tó í víðkaðum vavi enn undanfarin ár. Umframt at tað er møguligt hjá teim vitjandi at bíleggja JobPrát við luttakararnar, so fara luttakararnir í ár eisini at fáa høvið at bíleggja prát við tey vitjandi. 

Jobmatch 2020 verður sum vanligt millum jóla og nýggjar – í ár týsdagin 29. desember frá kl. 12-17.
Jobmatch verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost. Í stýrsibólkinum sita umboð fyri Tórshavnar kommunu, Vinnuhúsið og MFS. Katrin I Gregersen, ráðgevi í Syntesa, er samskipari av Jobmatch. Hon er at hitta á 233081 ella á t-post katrin@syntesa.fo