Konvoysigling á Skálafjørðinum leygardagin

Í ár eru 75 ár liðin, síðani annar
veraldarbardagi endaði. Bátafelagið á Toftum, sum plagar at skipa fyri bátafestivali
í mai, skipar fyri konvoysigling á Skálafjørðinum leygardagin 16. mai, tá
tað júst er trýfjórðingsøld, síðani bretska hersetingin í Føroyum endaði.


Skráin kann síggjast niðanfyri greinina.

Tíðindaskriv 15. mai 2020

Byrjað verður úti fyri kanónina á Nesi, har bátar og skip møtast kl. 12.00 og
sjálv konvojsiglingin byrjar kl. 12.30 úti fyri kanónina á Nesi, har SS Dragin
KG 212 fer at sigla fremstur í konvoy kring Skálafjørðin. Í hesum sambandi
verður heitt á bátar og skip um at sigla í kjalarvørrinum av tí, sum siglir
frammanfyri.



Umborð á SS Draganum KG 212 kemur Hallur Joensen at syngja
og spæla, ímeðan siglt verður framvið eystaraarmi á Skálafjørðinum.



Eitt bíðiøkið verður inni í Skálafirði, har konvoyfylgi
verður samlað, áðrenn siglt verður út framvið vestari armi á Skálafjørðinum.
Konvoysigllingin endar aftur úti á Nesi, við kanónina, har bátar og skip samlast.



Framførslur hjá Hallur Joensen og somuleiðis onkur søgur,
um kanónina á Nesi og um tíðina undir seinna veraldarbardaga, vera møguliga
send beinleiðis á facebook síðuni hjá Bátafelaganum. Á kanal 8 á VHFinum, koma
bátar og skip at samskifta viðvíkjandi siglingini.



Bretska hersetingin í Føroyum, ið kallaðist Operation
Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945. Fleiri túsund bretskir
hermenn vóru í Føroyum hesi árini. Tá talið var hægst, vóru teir umleið 8.000.




Sæð í mun til fólkatalið, sum tá var umleið 30.000, sigur tað seg sjálvt, at
broytingin fyri føroyska samfelagið var ógvuliga stór hesi árini. Friðurin í
Evropa varð lýstur 8. mai 1945, og í øllum heiminum á heysti 1945.



Bátafelagið ynskjir øllum væl komnum á konvoysigling
leygardagin 16. mai frá klokkan 12.30





Við heilsan

Bátafelagið á Toftum


-------------

Konvojsigling á Skálafjørðinum

Skráin:
Kl.12.00 Bátarnir møtast útfyri “Kanónina” á Nesi
Kl.12.30 SS Dragin førir konvojsiglingina inneftir eystaraarmi á Skálafjørðinum
Kl.12.30 Hallur Joensen byrjar at spæla umborð á SS Draganum
Kl.12.45 Sigla framvið Saltangará
Kl.13.30 Sigla framvið Søldarfjarðabygd
Kl.14.00 Skálafirði verður ein stuttur steðgur og bátarnir samlast
Kl.14.30 Sigla framvið Skála bygd
Kl.14.45 Sigla framvið Innan Glyvur
Kl.15.00 Sigla framvið Strandabygd
Kl.15.15 Sigla framvið Toftabygd
Kl.15.30 Enda siglingina útfyri kanónina á Nesi, har bátarnir fara hvør til sítt

Tíðirnar eru sjálvandi vegleiðandi og tað kunna koma broytingar í siglingarskránna.