Konsert við Konqueror á Staðnum

Metal-bólkurin Konqueror og Jóna Olsen fara at hava konsert á Staðnum hóskvøldið 8. desember ’11.


Byrjað verður kl 20 við Jónu Olsen, og kl 20.30 byrja Konqueror. Møguleiki verður eisini fyri at keypa Konqueror t-shirtina, 150 kr.


Konqueror varð stovnaður í desember 2010, og er mannaður av fimm ungum monnum í aldrinum 19 til 22 ár.


Dávid Reinert Petersen - Sangari


Heini Djurhuus - Guitar


Erland Joensen - Guitar


Jafet (Joey) A. Olsen - Bass og kór


Jaspur Jan Olsen - Trummir


Bólkurin er ein aktivur konsert bólkur, og bólkurin hevur spælt konsertir saman við bólkum sum Sic, The Happening og The Apocryphal Order.


Umframt konsertir, so er Konqueror eisni i gongd við at skriva sangir til eina fløgu, sum ætlanin er at innspæla á vári í 2012.


Kelda: www.vestmanna.fo