Víddin er sanniliga at fáa eygað á og ein frísklig ferð!
Sjálvt um ummælini ikki eru tey mongu, so kann eg illa annað enn at seta meg við einum ummæli av seinasta skotinum hjá Konni og teimum.
Ummælti Haphe á sinni, men her hava vit eina heilt aðra síðu av tónleikaligu gávuni, sum fær meg at gleðast og njóta!
Við fyrsta lurtinum hoyri eg eina meira popputa síðu, men kortini er har okkurt av Haphe, sum fær meg at hugsa Konni.
Kann ikki lata vera við at nevna saxofonina, sum onkursvegna er blivin eitt av vørumerkjunum hjá Konni, sum bara hoyrir heima í hennara arbeiði!
Kann ikki fara frá mátanum Konni syngur, tí har er eitt ella annað afrikanskt yvir mátanum, sum kanska ikki er so lætt at seta orð á, men eg føli hon hevur ein sertakan máta at fáa røddina at passa til ymsa tekstin.
Eisini mátan hon endar ein tekst og leggur sín dent á, fær meg at lurta enn meira og er hennara sangrødd væl frammi í ljóðmyndini, sum tekniskt er sera væl frágingið!
Tað er ongin ivi um, at Konni og tey hava lagt sera nógv í at fáa eitt serligt ljóð fram, tí har eru so nógvar effektir, sum skulu miksast saman til eina samlaða ljóðmynd, sum tey sera væl hava fingið upp í eina hægri eind.
Onkuntíð kann ein fáa eina kenslu av perfektionismu, sum onkuntíð kann taka okkurt av tí persónliga, men fyri ein sum vil lurta eftir øllum ymsu effektunum og øðrum, er tað ein sonn fragd at hoyra Diplopia, tí har er so sanniliga ikki lagt upp til nakran iva um, at tey øll hava vilja fingið tað besta at tí besta fram – FLOTT!
Konni bleiv spurd, um hon í framtíðini eisini fer at leggja seg eftir akustisku ljóðmyndini, sum eg haldi hon skal, tí hon hevur so nógv við í viðførinum, sum hon og tey eisini hava fingið við í Diplopia.
Tá ein bólkur av so væl gávaðu fólki seta sær eitt slíkt projekt fyri, kann eg sanniliga merkja, at tann fremsta uppgávan skal verða, at fáa bygt eina samlaða ljóðmynd upp, har Konni við síni heilt serliga sanggávu, skal fáa bygt nakað upp, sum kann geva mær og okkum lurtarum eina góða uppliving.
Fyri at taka í aftur produktiónina, so er har so heilt einstandandi nógv nýtt hvørja ferð ein lurtar, at eg bara kann seta afturá og bara njóta – eisini at tey hava fingið “Haphe-soundin” í Beat við.
Eitt slíkt meistaraverk skal sjálvandi hava seks av seks stjørnum!
Fríðálvur A. Jensen