Kommunufelagið hevði
fríggjadagin, 7. desember 2018, borgarstjórafund, har
flestu kommunurnar í Føroyum vóru umboðaðar. Á dagsskránni var millum annað
eftirmetingin av eldraøkinum og leiklutur kommunurnar á bústaðarmarknaðinum.
Landsstýrið boðaði fyri einum ári síðani frá, ítøkiliga tann
4. desember 2017 , at tíðliga í 2018 skuldi ein eftirmeting gerast av øllum
eldraøkinum. Kommunufelagið kann bara staðfesta, at higartil er eingin
samanhangandi eftirmeting gjørd.
Hinvegin eru fleiri broytingar gjørdar, sum máa burturav
fíggingar grundarlagnum hjá kommununum, samstundis sum lagt er upp til at gera fleiri
broytingar í ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur á eldraøkinum. Talan er um
broytingar, sum hava munandi meirútreiðslur við sær fyri kommunurnar.
Á borgarstjórafundi í dag var einmælt samtykt, at
kommunurnar undir ongum umstøðum góðtaka, at fleiri broytingar verða gjørdar,
sum áleggja kommununum útreiðslur. Samstundis krevja kommunurnar fulla kompensatión
fyri tær útreiðslur, sum longu eru lagdar á kommunurnar.
Kommunurnar krevja, at land og kommunur í felag fara undir
eina samanhangandi eftirmeting á eldraøkinum. Eina eftirmeting, sum bæði snýr
seg um tænastur og kostnað.
Til umrøðu var eisini kommunurnar leiklutur í mun til
útvegan av bústøðum. Eingin niðurstøða var hesum viðvíkjandi; millum annað tí
at kommunurnar ynsktu at hyggja nærri at sokallaða bústaðarpakkanum, sum var
lagdur fram samstundis sum Borgarstjórafundurin hjá felagnum var hildin. Hetta
málið verður tikið uppaftur á komandi borgarstjórafundi hjá felagnum, sum
verður 22. februar.
Vegna
Kommunufelagið
Dennis Holm, Formaður