Runavíkar kommuna bjóðar til vinnufund.
Sum liður í arbeiðnum við at skapa eitt miðvísari samskifti millum vinnu og kommunu, skipar Runavíkar kommuna fyri kommunalum vinnufundi í Løkshøll fríggjadagin 10. februar kl. 13.00 – 17.00.
Runavíkar kommuna vónar, at vinnurekandi í kommununi (í mesta lagi 2 umboð frá hvørjum felag) hava møguleika fyri at luttaka á hesum vinnufundi, sum hevur til endamáls, at skapa eitt forum, har vinnulívið í kommununi møtist.
Neyðugt við tilmelding neyðug
Luttøka skal fráboðast hjá VRG á tel. 666600 ella á telduposti vrg@vrg.fo í seinasta lagi mikudagin 8. februar kl. 16.00.
Sí skránna við at trýsta á fílin niðanfyri!
Blíðar heilsur
Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Kelda: www.runavik.fo