Komandi tíðina í Tórsgøtu

Sum altíð, er lív í Tórsgøtu. Vit leggja út við Orð og Tónum í kvøld.

 Open Mic/Open Stage verður aftur í Reinsarínum. Nýggja flyglið í Auluni í Finsen hevur sína frumframførslu, har M.C. Restorff situr handan klaviaturið. 

Stellusa Klædnamarknaður verður aftur og er á tremur við second hand vøru. Síðani verður Faroe Islands International Minority Film Festival, ið merkir, at Tórsgøta verður á tremur við filmsýningum og fyrilestrum við minnilutabólkum í Føroyum og Norðanlondum í miðdeplinum.








Les meira