Kolumbus egg

Ein hugvekjandi søga havandi í huga makrel málið í Føroyum.


Kristoffur Kolumbus fann Amerika tann 12 oktober 1492. Hann hevði nytt 18 ár til at fyrireika tí fyrstu serligu ferðina yvir um Atlantshavið. Hann hevði nýtt tann stórsta og besta parting av lívinum til hetta endamál. Kolumbus hevði tosa við sjómenn og lærarar, prinsar og kongar um at ”um eg sigli vestur um tað stóra havi so má eg koma á land eitt stað ið ongantíð áður hevur verði heimsøkt av europearum. Men fólk flentu at honum og mettu hann verða ein tápuligur droymara, fá vóru tey ið trúðu ætlanum hansara.


Tó so til endans góvu tey sponsku kongshjúnini honum skip til eina royndarferð um hav. Kolumbus silgdi yvir um hav og kom framm á fremmant land , har fólkið, ið har búði var ørðvísi enn nakað, ið fyrr var kent. Kolumbus helt at hetta land var partur av India.


Tá ið Kolumbus kom heimaftur við tíðindum um hetta nýggja landið var sera stór frøði, hann var fagnaður sum ein hetja, ið hevði givið Spainiu eina nýggja verð. Stórar mannamúgvur komu fyri at síggja hann og vísa honum virðing. Spanska kongahusið bjóðaðu honum at vitja heima á slottinum hvar ið tey við stórari frøði lurtaðu eftir søguni um ferð hansara. Aldri áður var so nógv virðing synd einum vanligum manni.


Men tað vóru teir, ið vóru sera øvunsjúkir inn á Kolumbus og sum vóru líka klárir at niðurgerða sum onnur vóru klár at heiðra. ”Hvør er hesin Kolumbus ?” spurdu tey ”og hvat hevur hann gjørt ? Er han ikki bert ein fátakur Italienskur skipari og for restin kundi ikki ein og hvør sjómaður siglt yvir um hav eins og hann hevur gjørt? ”


Ein dagin var ein spanskur harri vertur við ein døgurða fyri Kolumbusi, tilstaðar vóru tá eisini fleiri av hesum nejligu persónunum. Teir vóru stoltir og ernir og ógvuliga skjótt byrjaðu teir at verða ónærisligir ímóti Kolumbusi


”Hvat serligt er í, at tú hevur funnið nýtt land handan hav” hatta kundu øll gjørt. Vit kunnu ikki síggja tað serliga í hesum. Øll kunnu sigla tvørtur um hav og øll kunnu sigla fram við oyggjunum har akkurat sum tú hevur gjørt, tað er tað einklasta í verðini at gera tað.”


Kolumbus svaraði als ikki til teir, men hugsaði seg væl um síðan tók hann eitt egg frá einum bordiski og talaði til allar teirra. ”Hvør tykkara kann fáa hetta eggið, at standa upp eftir enda ?”


Ein fyri og annar eftir royndu at fáa eggið at standa, og eggið fór runt til allar, men eingin kláraði at fáa eggið at standa upp eftir enda. Teir vóru allir á einum máli um, at tað letur seg als ikki gerða at seta eggið upp eftir enda.


Eggið endaði sostatt aftur hjá Kolumbusi, ið tók tað og bankaði tann eina endan eitt sindur í borið soleiðis at eggið brotnað og endin varð flatur. Nú var eingin trupuleiki at fáa eggið at standa upp eftir enda.


“Mínir harrar” segði hann “hvat er lættari enn at gerða hetta ið tit allir søgdu var ógjørligt ?


Tað er tað einklasta í verðini, øll kunnu gera hetta –eftir at onkur hevur víst teimum, hvussu tað skal gerast”


Sí greinina ”Misnýtt ”pumpu”verkætlan um makrel” aðrastaðni í blaðnum.


Vinarligast


Meinhard Jacobsen


Árni M. Dam


Hans Andrias Joensen