Kniplingar í heimsflokki í Runavík í dag

Í samband við kekkisku dagarnar í Føroyum verður heimskenda Jana Novak at hitta í Skúlanum við Løkin í Runavík fríggjadagin 11. mai kl. 16.


Jana Novak er listahandverkari, sum fæst við at gera knipplingar, og hevur hon skrivað meiri enn 20 bøkur um evnið. Jana Novak býr í Danmark, men ferðast kring heimin við sínum arbeiði.


Fríggjadagin kl. 16 fer hon at sýna fram og hava workshop um evnið í Skúlanum við Løkin. Umframt at vísa avrik síni fram, fer hon at greiða frá um handverkið, vísa teknikkin við dømum úr føroyskari ull, og at geva luttakarunum høvi at royna seg.


Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.