Klaksvíkar kommunu fekk átalu fyri handfaring av innlitsmáli

Álit viðv. klagu um drúgva málsviðgerðartíð hjá Klaksvíkar kommunu av innlitsáheitan frá Kringvarpi Føroya

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um innlit í skjøl hjá Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku í Klaksvík og um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av hesi innlitsáheitan. 

Umboðsmaðurin helt ikki, at viðgerðin av málinum var nøktandi og gav Klaksvíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av innlitsmálinum. 

Av tí at klagarin hevði fingið svar frá Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið. (LUM 18/00113)

Álitið kann lesast herReadSpeaker