Kjaksending um vælferð og tað almenna á Rás 2

Mikudagin 26. august kl. 15:00 verður ein kjaksending á Rás 2 um vælferð og tað
almenna. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar luttaka, og Dánjal Højgaard
er vertur. 

Evnini verða effektivisering og tað almenna, privatisering, útveiting og sálarligt
arbeiðsumhvørvi.



Ivast tú í, hvørjum tú skal atkvøða fyri, ella kundi tú bara hugsað tær at
fingið skil á, hvat politisku flokkarnir reint faktiskt meina og ætla at gera
við vælferð og tað almenna – so er endiliga at lurta.

Tey luttakandi eru:



Fólkaflokkurin



Sambandsflokkurin



Javnaðarflokkurin



Nýtt Sjálvstýri



Tjóðveldi

Framsókn



Miðflokkurin