KÍF gávubræv á 75 ára degnum

KÍF varð stovnað 1. mai 1942 og hevur tí júst fylt 75 ár. Føðingardagurin varð hátíðarhildin í Kollafirði. Virksemið hjá KÍF umfatar kappróður, flogbólt og hondbólt.

Flogbóltskvinnurnar luttóku í ár í báðum finalunum, bæði steypa- og landskappingini, og tað bleiv til tvær ferðir silvur. Mennirnir lógu í hondbóltskappingini til finalupláss, men endaðu á 4 plássi.

Í dag var nevndin og vitjaði Anniku Olsen, borgarstjóra, ið sum siðvenja er til slíkar føðingardagar, handaði felagnum eitt gávubræv uppá 25.000 kr. Felagið fekk eitt gott prát við borgarstjóran og formannin í teknisku nevnd, Jákup Dam, um umstøður og framtíðarætlanir hjá felagnum.

Tað var Robert Poulsen, formaður í KÍF, sum tók ímóti gávubrævinum.