Kennir løgmaður ikki stýrisskipaninarlógina ?

Eitt má eg rósa løgmanni fyri. Hann hevur eini einastandandi evni til støðugt at gera okkum bilsin. Kortini ikki altíð fyri tað jaliga, tíverri. Hesaferð snýr tað seg um ætlan hansara at beina avgerðirnar um samsýningar til landsstýrisfólk - og kanska eisini løgtingsfólk - í enn eina óhefta nevnd.


Fyrst kunnu vit spyrja, hvussu nógv nevndartilmæli vit skulu hava um hesi viðurskifti, og hvussu nógv skattgjaldarin skal gjalda fyri at fáa hesi viðurskifti avgreidd? Síðani Annfinn Kallsberg í 2006 fekk løgtingið at lóggeva fyri, at ein nevnd skuldi gera eitt tilmæli um lønir og samsýningar til landsstýrisfólk, hava vit fingið ikki færri enn tvey tilmæli frá tveimum ymiskum nevndum. Tað seinna kom so seint sum í 2009 – tvs. í løgmanstíð núverandi løgmans – og fevndi um ikki færri enn 64 síður. Hvussu nógvar hundrað síður av tilmælum skulu til, áðrenn nøkur avgerð kann verða tikin?


Tað, sum tíverri órogvar enn meira við útmeldingum løgmans um hesi viðurskifti, er at hann eftir øllum at døma ætlar, at ein nýggj sonevnd uttanhýsis óheft nevnd skal taka avgerðir um lønir og samsýningar til landsstýrisfólk – og kanska eisini løgtingsfólk.


Stýrisskipan Føroya ásetur annars greitt í § 32 stk.2, at ”nærri reglur um setingarviðurskifti løgmans og landsstýrismanna verða ásettar í løgtingslóg.” Ætlar løgmaður í staðin at geva eini nevnd hesa heimild, noyðist hann at fáa stýrisskipanina broytta. Tað er ikki sum at siga tað, tí tað krevur samtykt frá tveimum fylgjandi løgtingum – tvs. við einum løgtingsvali ímillum. Kennir løgmaður ikki stýrisskipanarlógina? Ella gloymdi hann bara at siga, at hann ætlar at geva hesi uttanhýsisnevndini heimildarnar um nøkur ár ? Ella sigur løgmaður bara okkurt?


Skulu lønir og samsýningar hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum broytast, er tað bara løgtingið sum kann gera tað.


Í álitinum – sum nú liggur í tinginum - sæst, at samgongumeirilutin í fíggjarnevndini sleppur sær undan at taka støðu í málinum og sendir málið víðari til løgmann. Løgmaður vil heldur ikki eiga málið og sendir tað víðari til eina uttanhýsis nevnd at avgerða. So væl spælir klaveri ikki harra løgmaður – tí hesum er ikki lógarheimild er fyri.


So um samgongan vil strika ella broyta samsýningar landsstýrismanna, er bara at samtykkja uppskotið, sum liggur í tinginum ella boða frá, at uppskot um broytingar er ávegis.


Alt annað er undanførslur.


Poul Michelsen,


løgtingsmaður fyri Framsókn