KENDUR SJÁLVSTÝRISMAÐUR FARIN



Minningarorð um Torbjørn Poulsen, fyrrv. landsstýris- og løgtingsmann.



Tað var við sorg, at vit fríggjakvøldið frættu tíðindi um, at Torbjørn Poulsen, 82 ára gamal - ikki var millum okkum longur. Hendan dagin kom tann stóra kvirran, tann virksama sálin var farin yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.


Eg lærdi Torbjørn Poulsen at kenna í 1974 í innanhýsis samarbeiði í Sjálvstýrisflokkinum, og eingin ivi var um at politisku eyðkennir hansara vóru serstøk. Hann hevði sera gott politiskt handalag, hann var trúfastur og álítandi í øllum tí hann fekst við.



Hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum í 1981 til 1985. Stórmál komu á skafti í hesum landsstýristíðarskeiði. Sjónvarp Føroya bleiv sett á stovn, men størsta bragdið, sum framt bleiv á málsøki Sjálvstýrisfloksins í hesum tíðarskeiði, var uttan iva núverandi samtíðarskattaskipanin. Hansara gløgga politiska vit og skil var avgerandi fyri úrslitinum.



Í 1988 var hann valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin, og røkti hann hetta starv til 1990.



Torbjørn Poulsen var útbúgvin sivilverkfrøðingur og hevur starvast á leiðarastøði á Telefonverk Føroya Løgtings í mong ár. Eisini røkti hann fleiri álitisstørv, m.a. stýrislimur í Norðurlandahúsinum og Tórshavnar Líkningarnevnd. Hann sat sum formaður í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins í mong ár.



Leikluturin hjá Torbjørn Poulsen sum virkin í Sjálvstýrisflokkinum verður ongantíð gloymdur.



Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Ásu, børnunum, abbabørnunum og vinum.



Vit vilja á hendan hátt takka fyri vinskap og trúfesti og fara altíð at minnast Torbjørn Poulsen við æru, og lýsa frið yvir minni hansara.



Lasse Klein