Nú er stevnt eftir 250 milliónum í endurgjaldi. Hetta er prísurin, sum staturin krevur, at gamla Eik-leiðslan skal betala fyri at hava stýrt einari rótibutikk, sum hevur kostað so nógv fyri banka og stat.
Tað var Jyllands-Posten, sum í morgun hevði tíðindini um, at stevningin var veruleiki, og at hon galt leiðslu persónar í Eik Bank í Danmark. Sakin í móti leiðslupersónunum í føroyska partinum verður klár seinni í ár.
Geinin í Jyllands-Posten kann lesast við at trýsta á linkin niðanfyri.
http://epn.dk/brancher/finans/bank/article2657643.ece