Samgongan og KVF røða upp í saman um eina nýskipan av fiskivinnuni, sum er sett í verk - tað má sigast at vera størsta “fake news” í nýggjari føroyskari politiskari søgu.
Eg kann vísa á nøkur grundleggjandi mál, sum ikki eru tikin við í hesa sokallaðu nýskipanina av fiskivinnuni:
• Umsitingarætlan ella veiðireglur eru ikki gjørdar
• Kvotuskipan er ikki sett í verk fyri heimaflotan
• Skipan við áseting av tilfeingisgjøldum er ikki gjørd
Harafturat endaði uppboðssølu kravið á 15% í mun til ætlanina um 100%.
Hvat viðvíkur ognarrættinum av sjófeinginum til Føroya fólk, ja so varð hesin ivin staðfestur longu í 2007, av einum samdum Løgtingi.
Botnfiskiskapurin undir Føroyum hevur verið skipaður eftir fiskidagaskipanini heilt frá 1996.
Eisini kunnu vit staðfesta, at menningarkvoturnar vórðu 90% ófiskaðar í 2018, svarandi til eitt mist virði uppá umleið 200 mió. kr.
Heilt erligt, hvussu kann mann billa fólki inn, at samgongan hevur framt eina vælvirkandi nýskipan av fiskivinnuni í Føroyum.
Hetta við nýskipan av fiskivinnuni er tí beinleiðis pínligt at hoyra uppá.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin