Karsten Hansen á útnorður toppfund í Grønlandi

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal hetta vikuskiftið taka lut á útnorður toppfund í Grønlandi. Talan er um fyrsta regluliga fund millum heilsumálaráðharrarnar í útnorði.


Á fundinum í Grønlandi skulu millum annað samstarvsmøguleikar viðgerast. Ítøkiliga skulu londini í útnorði greiða nærri frá sínum royndum og avbjóðingum, tá ið tað kemur vælferð, uttanlandssamstarv, demografi, organisatión og stýring á heilsuøkinum.


Bæði Ísland og Grønland hava sýnt føroysku talgildu heilsuskipanini (THS) áhuga, og hon verður eisini eitt av evnunum, ið verður umrøtt í Nuuk um vikuskiftið.


Útnorður toppfundurin byrjar í morgin og endar mánadagin.