Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, á vitjan í Fugloy og Svínoy

Týsdagin 22. mai. 2012 var Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, saman við umboðum fyri Landsverk, á vitjan í Fugloy og Svínoy, har hugt varð at ymsum arbeiðum, sum útoyggjastuðul hevur verið við til at fíggja.


Týsdagin 22. mai var landsstýrismaðurin í Innlendismálum, Kári P. Højgaard, við embætisfólki í Innlendismálaráðnum, á vitjan í Fugloy og Svínoy.


Við á ferðini vóru eisini umboð fyri Landsverk, Ewald Kjølbro, stjóri, Finnleif Djurhuus, Heini Eysturoy og Suni Poulsen. Eisini var borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, bjóðað við, av tí at vitjað varð í Svínoy, sum er partur av Klaksvíkar Kommunu.


Endamálið við vitjanini var at hyggja at og umrøða ymisk viðurskifti á hesum báðum útoyggjum. Innlendismálaráðið og Landsverk, sum er stovnur undir Innlendismálaráðnum, umsita játtanirnar, ið verða latnar útoyggjum, og fyri tað mesta var tað hesi arbeiði, sum landsstýrismaðurin var og hugdi eftir.


Eftir ein steðg í Hattarvík á Fugloynni, har Jóannes Christiansen og Amalia í Frammistovu, kommunustýrislimir, tóku í móti, gekk leiðin til Svínoyar, har staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu, Eyðun Jacobsen tók ímóti. Gingið var ígjøgnum bygdina, har greitt varð frá aktuellum verkætlanum, og síðani varð fylgið boðið til morgunmat hjá Eyðuni.


Fleiri myndir við at trýsta á hendan linkin:


http://www.klaksvik.fo/Index.asp?pID={DF8E26BA-BDF6-4487-ADD1-050426336C0A}&cID={239355EB-D934-4EE8-8439-F0C3661F363C}&ClearAreas=1