Kári Múller: Stuttleikaland fyri 80 milliónir krónur

Gamlar perlur: Kári Múller, váttaði í blaðgrein í Nordjydske í 2005, at Maxmec hevði ætlanir um at byggja eitt stuttleikaland fyri 80 milliónur krónur. Grein í Oyggjatíðindi 17. september 2008:


HIRTSHALS: Eitt risastórt leikaland í Hirtshals fyri børnini. Kostnaður ”einans” 80 milliónur krónur.


Mangur føroyskur útisetin í Hirtshals var við at fáa kaffið í rangastrúpan, tá ið hann sunnumorgunin 4. desembur 2005 kagaði í danska blaðið ”Nordjyske”.


Har sást ein stór mynd av einum stórsmílandi Kára Müller við eini Maxamec-leiku í føvninginum. Við myndini fylgdi ein grein, har føroyski handilsmaðurin boðaði frá, at hann hevði ætlanir um at byggja eitt risastórt leikaland við síðuna av stuttleikaparkini Fun-Park. Kostnaðurin var “einans” 80 milliónur krónur.


Í greinini boðaði Kári frá, at upprunaliga var ætlanin at byggja stuttleikastaðið í umráðnum nærhendis Hotel Fyrklit, men av tí at eigararnir noktaðu at selja jørðina, varð hetta av ongum. Sostatt varð kikarin settur á stóra umráðið við síðuna av Fun-Park. Kári hevði eisini hug at keypa Fun-Parkina alla sum hon var, men eigararnir høvdu ikki hug at selja.


Ætlanin var, at nýggja Maxamec-leikalandið skuldi vera sett saman av einum risastórum leikalandi til børnini, einum lítlum western-býi, einum sjógvi, har tú kundi sigla í smáum bátum og einum matstaði. Við í upprunaætlanini var eisini eitt tropiskt baðiland, men hetta seinasta lá enn í óvissuni.


Fíggingin


Kári boðaði í greinini frá, at enn lá alt á borðinum bert sum ein skitsa, og alt tað fíggjarliga var heldur ikki enn í lagið. Verkætlanin fór øll sum hon var at kosta um 80 milliónur krónur.


Tað kemur eisini fyri dagin, at umboð fyri svensku fyritøkuna Maxamec, Kári Müller og urmakarin Jørgen Jensen úr fyritøkuni Kaj Jensen Ure, hava havt fleiri fundir við kommununa í Hirtshals.


Sambært Jørgen Jensen skuldi fíggingin fremjast soleiðis, at Maxamec fór at gjalda sín stóra part. Samstundis vónaði hann, at ein partur kom sum stuðul úr ES sum menning, men at teir vórðu noyddir at fáa 20 milliónur til vega frá øðrum stuðlum. Stuttleikaparkin hevði tørv á einum umráði, ið er 200.000 fermetur til støddar.


Oyggjatíðindi hevur sett seg í samband við urmakaran Jørgen Jensen, og spurt hann um hansara leiklut í Maxamec.


- Eg havi bert verið ein stuðul og havi hjálpt Kára og hansara monnum, tá ið fundir skuldu havast við kommununa og aðrar myndugleikar. Men sum eg havi skilt, datt ætlanin á gólvið av tí, at Kári og hansara vinir ikki megnaðu at fáa neyðugu fíggingina til vega. Og nei, eg havi ikki sett pening í fyritøkuna, sigur ein heldur fámæltur Jørgen Jensen.


Hann leggur afturat, at Stephan Karlsten og Kári Müller hava sagt honum, at eitt Maxamec-land longu finst í India og eitt í Nigeria, og at tey bæði eru sera væl umtókt og harumframt bera seg væl fíggjarliga. Oyggjatíðindi hevur leitað á netinum eftir Maxamec-londunum í ávikavist India og Nigeria, men ikki hevur enn eydnast blaðnum at finna fram til stuttleikaparkirnar.


Vildu ikki selja


Í greinini kemur eisini fram, at tíðarskeiðið at fara í holt við eitt tílíkt projekt, ikki var væl valt.


- Um ætlaninar at byggja eitt risastórt stuttleikaland við síðuna av Fun-Park skulu gerast veruleiki, krevst bæði ein og onnur umlegging, sum t.d. ein nýggj lokalætlan fyri kommununa, og hetta verður sera torført í løtuni av tí, at vit bíða eftir nýggju ætlanini um stórkommunurnar. Tí hevði verið gott, um vit kundu tingast aftur um ætlanina í 2007, sigur Niels-Kristian Balle úr Hirtshals kommunu.


Tekniski stjórin í kommununi, Jens August Borg, játtar, at hann hevur havt fleiri fundir við umboðini hjá Maxamec.


- Vit fingu eina leysliga meting, og heittu á teir um at leggja okkurt meira ítøkiligt á borðið, men eg má viðganga, at ætlanin er sera spennandi, sigur hann.


Tað kemur eisini fram í greinini, at Fun-Park ikki trýr uppá ætlanina.


- Kári og hansara menn hava vent sær til okkum viðvíkjandi einum spurningi um eitt møguligt keyp, men vit hava als ikki tosað um prísin enn. Nú er tað so, at ikki er alt, ið er til sølu, og eg trúgvi ikki uppá ætlanina hjá teimum, sigur Nanna Rasmussen úr Fun-Park við blaðið Nordjyske í 2005.


Støðan


Samanumtikið er støðan í løtuni hon, at svenska fyritøkan við Stephan Karlsten og Kára Müller á odda ikki er til longur. Staðfestast kann samstundis, at í hvussu so er 200 fólk úr ávikavist Føroyum og Danmark hava sett ímillum 300.000 og 600.000 krónur í SAK Industries / Maxamec hvør, og at ikki so mikið sum ein av teimum hevur sæð so mikið sum halaferðina av einum avkasti enn.


Samstundis kann staðfestast, at deildin hjá Maxamec í Klaksvík, sum Kári hálovaði á sinni, er ikki til. Hin deildin í Handilshjarnanum í Havn er heldur ikki til, og í somu støðu er stóra leikalandið í Hirtshals. Men sjálvandi, næstu ferð partaeigararnir fara í summarfrí, kunnu teir leita sær til ávikavist India ella Nigeria fyri har at skoða stóru Maxamec-parkirnar.


----


Aftaná hesa greinina í 2008, flutti Kári Múller til Danmarkar, men er nú komin heimaftur. Okkum vitandi selir hann køkar í dag.

Men tað helt heldur ikki, og nú sigst hann aftur vera fluttur til Danmarkar.