Kappróður natúrligur partur av undirvísingini

Róðrarsamband Føroya hevur bjóða øllum 6. –og 7. flokkum til ”Róðdyst” (skúlarógvukapping) 
Kappróður er tjóðarítrótt okkara, og vit í RSF halda at hann eigur, at verða ein natúrligur partur av undirvísingini, serliga í ítróttarundirvísingini.
 
Dansk Forbund for Roning hevur útvikla undirvísingartilfar, sum vit í RSF eru sloppin at brúka, sum vit hava sent víðari til skúlanar. Tilfari hevur fingið góða undirtøku í Danmark, og vanta verður, at einir 7000 næmingar fara at luttaka í ár.
  
Undirvísingartilfari (mellemtrin), inniheldur fýra skúla-blokkar á umleið 1,5 tíma hvør. Tveir blokkar í ítróttarhøll/stovu og tveir blokkar á rógvumaskinu. Um skúlin ikki hevur rógvumaskinu (Concept 2), so standa flestu kappróðrarfeløg klár at bjóða flokkunum at brúka teirra í neystinum.
 
Undirvísingartilfari er uppbygt í næmingar tilfar, og tilfar til læraran. Tilfari til lærarar er ógvuliga nágreiniligt, so ikki er neyðugt hjá lærara at hava nakran kunnleika til rógving áðrenn.
 
Ætlanin hjá RSF, er so at bjóða øllum teimum flokkum/skúlum sum velja at fylgja tilfarinum til ”Róðdyst” í høvuðsstaðnum einaferð í mai (dato og stað koma seinri), har við finna Føroya stinnasti 6. og 7. flokk í rógving. (hvør flokkur sær). Kappingin er ein stafett upp á 4000m, har kravi er at allir næmingar í flokkinum luttaka, uttan teir sum eftir læknaboðum ella øðrum kropsligum avbjóðingum ikki kunna.
  
Meiningin er at skúlanir taka beinleiðis kontakt við kappróðrarfelagið í nærumhvørvinum og avtala tykkara millum nær tit kunna sleppa í neyst at venja á maskinum.

Her er eitt lítið klipp á youtube um robattle í Danmark: http://www.youtube.com/watch?v=qYVbB-U03lg  
 
Um nakar skúli av einari ella aðrarði grund ikki hvur fingið fatur á undirvísingartilfarinum, so kann hann seta seg í sambandi við RSF.


Við Róðrarkvøðu

Karlot Hergeirsson
Róðrarsamband Føroya