Kapitalisman etið seg inn í Miðflokkin

Líka síðani hendan samgongan varð skipað, hevur kreppa verið í Miðflokkinum, sum nú gongur í tveimum bólkum. Hendan kreppan gjørdi, at Jenis av Rana, hevði so ringt við at leypa umborð í jolluna hjá Kaj Leo og Jørgen.


Jenis av Rana, sá ikki, at samgongan tók atlit til sosialpolitisk mál, sum hevur fylt nógv í Miðflokkapolitikkinum, og sum eisini hevur havt undirtøku í fólkinum.


Sagt hevur eisini verið, at hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin, umboða sosialpolitisku virðini, sum eru avloyst av akademiskum blomsturbørnum, ið hava lagt seg á almennu umsitingina, sum súgvikoppar. Og so hava hesir flokkar hildið seg til høgrapolitiska rákið, og finna ikki inn aftur á røkurnar.


Fólkaræðið er bara ein parantesur, og mannarættindini er bara pynt hjá hesum flokkum.


Hetta hevur skapt Miðflokkinum ein gróðurbotn, sum einasti sosialpolitiski flokkurin í løgtinginum, og tað hevur havt stóra virðing millum tey gomlu, tey veiku, tey sjúku og millum tey, sum á annan hátt eru óhjálpin.


Men vit vita, at avgerandi partur av føroyska stórkapitalurin, stuðlar Miðflokkinum. Hesin vongur liggur tætt uppat áhugamálunum hjá Fólkaflokkinum, og tá er ikki pláss fyri sosialpolitiskum atlitum, og megnar flokkurin ikki at koma heilur inn aftur á hugsjónarligu grund-virðini í sosialpolitikkinum aftur, so ber ikki bøtur hjá flokkinum.


Tað er einki at ivast í, at polarnir í Miðflokkinum eru Jenis av Rana og Bill Justinussen. Hesin seinni verður stuðlaður av Karsten Hansen, men vit skulu ikki undirmeta, at Jenis av Rana, hevur grasrøturnar á sínari síðu. Skuldi Jenis av Rana, tapt slagið, so hava Føroyar í veruleikanum fingið tveir fólkaflokkar, og so er als ongin sosialpolitikkur eftir í landinum.


Kapitalisman hevur etið seg inn í Miðflokkin.


Dan Klein, blaðstjóri