Kanningin skipað soleiðis, at hon minti um próvtøku

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur síðan 1989 kannað hugburð, atburð og vitan viðvíkjandi m.a. rúsevnum hjá næmingunum í 9. flokki. Henda kanning er gjørd sum ein partur av European School Survey Project on Alcohol and other Drugs (ESPAD), har millum 30 og 35 lond í Evropa luttóku árini 1995, 1999, 2003, 2007, 2011 og 2015...

 Seinasta kanningin fór fram á vári 2019, hesaferð saman við 35 øðrum londum. Tilfarið er nú skrivað saman í bók, sum var almannakunngjørd í dag, 12. november, kl. 10:30 føroyska tíð, í øllum Evropa – almannakunngeringin var á netinum – sí: http://espad.org/espad-report-2019.

Kanning bleiv gjørd í døgunum 5. mars til 4. apríl. Íalt luttóku 37 flokkar í 19 skúlum. Heili 511 ella 82% av øllum næmingum, føddir í 2003, svaraðu spurningunum.

Allir næmingar í 9. flokki, sum vóru í skúla kanningardagin, fingu høvi at svara spurningunum. Kanningin var skipað soleiðis, at hon minti um próvtøku, tí næmingarnir sluppu ikki at tosa saman ella at samanbera svar. Ei heldur skuldu næmingarnir seta navn sítt á spurnablaðið, sum bleiv lagt í ein læstan kassa til hagfrøðiliga viðgerð á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Hetta tilfar er síðani sent okkara samstarvspørtum í ESPAD til hagfrøðiliga viðgerð og samanskriving í bók, har tað ber til at samanbera londini.

Í góðum samstarvi við skúlarnar í Suðri, so royndi vit fyri fyrstu ferð i 2019, at fáa næmingarnar at svara einum talgildum spurnablað. Hetta riggaði avbera væl.

Nøkur av meginúrslitunum eru at síggja í viðheftu fílunum.

ESPAD frágreiðingin 2019 kann takast niður her: http://espad.org/espad-report-2019#downloadReport