Um minstalønin hækkar, eru tað lægstløntu starvsfólkini í fyritøkuni, sum fyrst verða søgd úr starvi. Hetta vísir ein svensk vísindalig kanning av svenska detailhandlinum frá árunum 2001-2005, sum varð kunngjørd í 2011. Fyritøkurnar velja í staðin at halda uppá starvsfólk, sum fáa hægri løn enn sáttmálalønina.
Tí kunnu tiltøk at hækka sáttmálalønina hava ta avleiðing, at tað eru lægstløntu starvsfólkini í fyritøkuni, sum verða verri fyri av einari hækkandi sáttmálaløn.
Hetta úrslit er væl í tráð við úrslitið úr Canandiskari kanning frá 2011, sum eisini kannar sambandið millum minstulønir og fátækradømi. Kanningin vísir, at um minstalønin yvir eitt áramál hækkar 10%, økist parturin av fátøkum familjum við 4-6 %. Niðurstøðan í kanningi er:
"Therefore, a higher minimum wage may paradoxically result in a significant negative shock to household income among low-income families."
Hækkandi sáttmálalønir eru heldur ikki ein fyrimunur fyri starvsfólkini, sum eru eftir í fyritøkuni. Ein kanning frá Fackföreningarnas Institut för Ekonomisk Forskning í 2002 vísti, at fyritøkur við einari størri lønarspjaðing eisini hava hægri miðallønir enn fyritøkur við einari lítlari lønarspjaðing. Trupulleikin við einari høgari sáttmálaløn er, at hon minkar um lønarspjaðingina, og harvið eisini um miðallønina.
Orsøkin til hetta kann vera, at fleiri kanningar vísa, at fyritøkur við einari størri lønarspjaðing eisini eru meira produktivar og lønsamar enn fyritøkur, har lønarspjaðingin er lítil.
Niðurstøðan frá hesum kanningum er sostatt, at ein høg sáttmálaløn hvørki er ein fyrimunur fyri starvsfólk ella fyritøkur.
Kelda: Svenskt Näringsliv