Kanning av føroyska grágásastovninum

Grágásin var partur av føroysku náttúruni til fyri uml. 200 árum síðan. Svabo skrivar í 1781-82 at “Denne fugl var for 50 år siden temmelig almindelig i Færøe, men er nu næsten aldeles ødelagt, deels formedelst den Jagt...” tvs at grágásin var vanlig uml. ár 1730, men var síðan meir ella minni avoydd, helst orsakað av ov høgum veiðitrýsti.
 
Men seinastu árini er hon komin fyri seg aftur, og hevur hetta ført til nógv kjak ímillum tey, ið eru glað fyri at síggja grágásina aftur í føroysku náttúruni, og tey, ið ikki eru so glað fyri hana, tí tey halda, at hon etur ov nógv av gróðrinum, serliga innangarðs.
 
Í 2014 var Fuglaveiðulógin (Ll. 27 frá 9/9/1954) broytt, so eigarar og leigarar av veltum lendi kundu søkja um loyvi at skjóta grágás. Við somu lógarbroyting varð álagt Landsstýrismanninum at stíla fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágás verða framdar.
 
Í 2018 var fígging fingin til vega frá Fiskimálaráðnum at fara undir grágásakanningar. Eftir ætlan skuldu teljingar gerast um várið, summarið og heystið í 5 ár og so endurtakast 5. hvørt ár. Men av fíggjarligum orsøkum varð byrjað við eini 3-ára kanningarætlan.
 
Harafturat var ætlanin at kanna, hvussu nógv kom undan, og at kanna ferðingarmynstrið hjá grágásini í og uttan fyri Føroyar. Hetta verður gjørt við at merkja eitt ávíst tal av grágás um summarið, meðan hon er fjaðursár, tí tá er hon lættast at fanga.
 
Men av tí at fíggingin fall burtur aftur longu í 2019, vóru teljingar bert gjørdar um summarið og heystið 2018, og so aftur um várið og heystið 2019. Eisini var ein roynd gjørd at fanga og merkja grágás á sumri 2018, men ikki var møguligt at arbeiða víðari við merkingini.
 
Úrslit
Allar teljingar vóru skrásettar á einum Føroyakorti. Ymiskt var, hvussu teljingarnar fóru fram. Summi koyrdu ein ávísan tein og taldu alt á strekkinum, onnur vístu á eitt ávíst punkt ella staðarnavn og uppaftur onnur teknaðu talda økið inn á eitt kort. Á Mynd 1 sæst dømi um teljingar, skrásettar á kort.
 
Á sumri 2018 var talt á 13 ymsum vøtnum, firðum og vatngoymslum runt um landið, har vit vita, at grágás samlast. Samlaða talið var 821 grágæs. Hendan teljing var gjørd við bæði kikara og dronu (Mynd 2).
 
Um heystið 2018 var talt á 70 ymsum støðum á níggju oyggjum, og samlaða talið var 1000 grágæs (Talva 1). Íalt 21 fólk tóku lut í hesi teljing.
 
Í mars 2019 var talt á 79 ymsum støðum á 7 oyggjum, og samlaða talið var 789 grágæs (Talva 1). Íalt 15 fólk tóku lut í hesi teljing. Í november 2019 var talt á 80 ymsum støðum á 8 oyggjum, og samlaða talið var 689 grágæs (Talva 1). Íalt 13 fólk tóku lut í hesi teljing.
 
Ein miseydnað roynd var eisini gjørd at fanga og merkja grágás við Toftavatn summarið 2018. Tá gæs skulu merkjast verður vanliga ein sokallað “gásafella” sett upp við eitt vatn, har fjaðursárar gæs halda til (Mynd 3). Ein tílík fella varð sett upp við Toftavatn tíðliga um summarið 2018 fyri at venja fuglin við felluna. Eisini varð føði løgd inn í felluna við jøvnum millumbili, og myndatól sett upp fyri at vita, hvussu gæsnar uppførdu seg nærhendis felluni. Hesi vístu, at tað var serliga í náttarmyrkrinum, at gásin kom at fáa sær at eta. Hetta merkti, at man ikki kundi nýta sjálvfangandi fellu, tí fuglurin hevði ikki sloppið útaftur og hevði verið fangaður alla náttina.
 
Tí var avgjørt at royna at fanga gæsnar um dagin. Hetta var gjørt við at tær fyrst vóru riknar yvir um alt vatnið við hjálp av dronum, til tær vóru beint við felluna. Síðan var farið í gummibátar at royna at fáa tær síðsta teinin og inn í felluna. Royndin riggaði tó ikki sum ætlað, so ongin gás bleiv merkt á hesum sinni.
 
Sí dømi um rakstur við dronu her.
 
Øll frágreiðingin um grágásakanningina kann lesast her.
 
Jóhannis Danielsen, johannisd@hav.fo