Dagført: Nú er ein maður varðhaldsfongslaður, skuldsettur fyri at hava dripið Pidda. Sum skilst var maðurin handtikin í gjár í Havn, meðan húsini, hann býr í, hava verið kannaði.
Handtikni maðurin er 32 ára gamal, og hevur í eina tíð hildið saman við fyrrverandi konuni hjá Pidda, tó at tey ikki hava livað saman, sum maður og kona.
Tann varðhaldsfongslaði er av øðrum etniskum uppruna, og hevur búð í leigaðum húsum á Nesi á Toftum, omanfyri kirkjugarðin. Hann hevur arbeitt á Bakkafrost.
Skuldsetingin ljóðar uppá, at tann fongslaði skal hava dripið Pidda í døgunum millum 5. og 7. november 2011. Og tað skal vera hent í heiminum hjá Pidda í Runavík.
Onki er frætt um, hvørt maðurin játtar seg sekan ella ikki.
Fleiri hava nomið við, at Piddi skal vera funnin í einari bingju, men hetta eru ikki váttaði tíðindi.