Kann Trump keypa okkum?

Nú kom fram, at amerikanski forsetin hevur hug at keypa Grønland frá Danmark.

Danmark hevur stóra siðvenju fyri at selja lond. Teir áttu partar av India og Afrika, og teir seldu um 1850 alt hetta uttan at blunka til heimsins sterkasta ríki ið tá var, Stórabretland.

Tá teir í 1864 vóru illa komnir at holdum, vendu teir sær til USA fyri at selja oyggjarnar í karibiska havinum. Tá vóru eisini samráðingar um at USA skuldu keypa Grønland og Ísland og allarhelst Føroyar eisini.

Men amerikumenn bakkaðu út, so sølan av karibisku oyggjunum kom ikki í lag fyrr enn í 1917.

Nú er tað USA, sum er áhugað í at keypa. Danir siga, at teir vilja ikki selja okkum. Men kunnu vit líta á tað danska stjórnin sigur?

Tá samráðingarnar fóru fram um at selja oyggjarnar í Karibiahavi, var tað onkur sum hevði likið frá teimum loyniligu samráðingunum. Bløðini fóru at skriva um málið, og uttanríkisráðharrin fór upp á røðarapallin í fólkatinginum og avsannaði at nakað var um hetta mál. Tá viðgerðin fór fram, vísti tað seg, at hann hevði logið fyri tinginum. Øsingin um hesa lygn var alstór, men sølan var samtykt.

Tað er tí eingin orsøk til at líta á tað danska stjórnin sigur, tá talan er um sølu af landi.

Her er talan um uttanríkispolitisk mál. Vit hava valt fólkatingsmenn, sum hava givið hátíðarligt lyfti um at halda grundlógina. Grein 19 í grundlógini sigur, at stjórnin handlar vegna ríkið í uttanríkismálum. Stjórnin ger tí sáttmálar við onnur ríki og tá teir eru samtyktir partanna millum eru teir galdandi fram um lógir og grundlógir.

Er talan um sølu av nakað av tí parti av heiminum sum stjórnin ræður yvir, kann stjórnin ikki gera sáttmálar við onnur ríki um at flyta mark uttan at fólkatingið tekur undir við hesum. Tað vil siga, at av tí at okkara umboðsmenn hava tikið undir við grundlógini, kunnu teir ikki mótmæla at vit vera seldir um so er at tað hóvar danska statinum og einum meiriluta í danska fólkatinginum at selja okkum.

Sjálvandi kunnu okkara umboðsmenn í fólkatinginum atkvøða ímóti, men meirilutin ræður, og teir sum hava givið seg undir donsku grundlógina kunnu ikki sýta fyri at fylgja teimum samtyktum, sum danska fólkatingið ger á lógligan hátt.

Eitt annað mál er, at danski staturin er eigari av allari jørð í Grønlandi. Har ber ikki til at eiga so frægt sum sítt egna grundstykki. Tað er tí einki at siga til, at Trump heldur, at hann kann keypa hesa ogn frá góðseigaranum, tí danska statinum.

Tað er tó ein stórur spurningur, um danski staturin ikki kann siga, at hann eisini eigur ta almennu jørðina í Føroyum. Hon sigst at vera yvirtikin, men tað vit hava yvirtikið, er rætturin at taka avgerðir í hesum málum. Hann fekk jarðargrunnurin við gráubók í tretivunum. Sjálvur spurningurin um hvør ið eigur jørðina er ongantíð avkláraður við donsku stjórnina. Tað sum hendi í tretivunum var at tann jørð, sum staturin segði seg eiga, skuldi administrerast av einum serligum statsstovni, henda fyrisiting flutti nú til heimastýrið. Landsstýrið hevur ongantíð fingið nakað skeyti upp á hesa jørð

Í hesi donsku skipan, sum okkara valdu umboð á fólkatingi ganga undir, hava vit tí ongan góðan. Ger danska stjórnin ein sáttmála við USA um at selja okkum, so er einki ið forðar at statsins ognir í Føroyum gerast ognir hjá amerikanska statinum, tí tá fylgja tær almennu ognirnar við í søluni. Tað gera tær privatu ognirnar ikki, og tí er øll møgulig orsøk hjá okkum sum skjótast at gera ta almennu jørðina til óðalsjørð.

Zakarias Wang

Valevni Sjálvstýris