Kalt kríggj og tónar í Tórsgøtu

Son of Fortune, Joe & The Shitboys, Marius DC og norski bólkurin O standa fyri tí sera fjølbroytta tónleikaúrvalinum í Tórsgøtu nú í vikuskiftinum. Eitt vikuskifti, har sjóneykan eisini verður sett á Berlinmúrin, nú 30 ár eru liðin síðan múrurin fall. 

Joe & The Shitboys eru í kvøld serligir gestir, tá Open Mic verður í Reinsarínum. Teirra veganski punkur hevur givið afturljóð á føroyska tónleikapallinum, líka síðan teir sparkaðu palldyrnar upp fyri einum ári síðan. 

Um tú ikki ert til punk, so er norski free folk bólkurin O í Auluni í Finsen. Bólkurin hevur leitað sær leiðina til Føroyar, og fara at borðreiða við eksperimenterandi fólkatónleiki á høgum støði.

Vit seta veruliga hol á vikuskiftið fríggjakvøldið í Reinsarínum við frálíka Son of Fortune, sum gevur út nýtt staklag hesa vikuna. Benjamin Petersen, sangari og gittarleikari, hevur leitað sær til Nashville í sambandi við nýggju útgávuna, ið staklagið er partur av, úrslitið er ein heilt egið bland av føroyskum rokk rebelli og serligu Nashville kensluni.

Fyrsta útgávan hjá Marius DC, The MZA EP, verður givin út hesa vikuna, og leygardagin 9. november verður útgávukonsert í Perluni. Umframt Marius DC og hansara gestir, fara Yo Mamas at diska Hip Hop á tí, ið væl kann gerast ársins Hip Hop konsert. 

Møguleiki er eisini at fara til reflekterandi leygarkvøld í Reinsarínum, tá nøkur av okkara bestu koma at hugleiða um, at tað nú eru 30 ár liðin síðan Berlinmúrurin fall. Hans Holm og Sonne Smith skifta orð um kalda kríggið. Heini í Skorðini hugleiðir um vesturheimin, síðan múrurin fall, og Eyðun og Rani Nolsøe hugleiða um, hvussu tað var at gera tónlist í endanum av kalda krígnum.