Kaj Leo spyr um stuðlar til óhjálpin heima

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um stuðlar til óhjálpin fólk. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi: 
1.    Hvussu nógvir persónar undir 67 ár hevur Almannaverkið veitt stuðul til fyri árini 2016, 
       2017 og 2018?
2.    Hvussu nógvir stuðulstímar tilsamans hevur Alamannaverkið veitt til persónligan stuðul 
       fyri árini 2016, 2017 og 2018? 
3.    Hvussu nógvir persónar, sum fáa stuðul, eru skerdir í tímum í 2016, 2017 og 2018? 
4.    Hvussu nógvir tímar eru skerdir til stuðlar í 2016, 2017 og 2018? 
5.    Hvussu nógvir tímar eru visiteraðir til stuðlar í Almannaverkinum, t.e. tal av visiteraðum 
       tímum og tal av veittum tímum í 2016, 2017 og 2018? 
6.    Hvør hevur ábyrgdina av persónum, sum ikki fáa nøktandi stuðul, um skaði hendir?
7.    Er játtanin á løgtingsfíggjarlógini til stuðlar nóg høg til visiteraða tørvin?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað hevur verið alment frammi, hvussu Almannaverkið í einar 3 vikur í summarfrítíðini, hevur skert sína tænastu til at stuðla fólki, sum eru óhjálpin heima.

Í einum ítøkiligum føri er komið alment fram, at talan er um ein persón, sum fekk heilaskaða, sum førdi við sær, at hesin nærum einki stutttíðarminni hevur, og er kognitivt ávirkaður. Hetta merkir, at viðkomandi ikki er førur fyri at klára seg sjálvan í dagligdegnum, og tí hevur tørv á stuðli. Í løtuni eru 16 stuðulstímar fastlagdir um vikuna, hóast Vejleford Rehabilitering mælir staðiliga til, at viðkomandi fær 40 tímar um vikuna.

Umframt hetta málið, so eru  samstundis onnur, sum ikki hava orku at siga frá og eisini missa ella ongan stuðul fáa. 

Familjurnar verða púra koyrdar niður mentalt, tey fáa onga feriu og teirra dagligdagur er ótolandi. 

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at dømið er um annan persón, sum er óhjálpin, men fær ongan stuðul. Familjan er púra niðurkoyrd frammanundan, men skipanin tekur hetta ikki við í sinum metingum um tørvin á persónligum stuðli til familjuna.

Politiska skipanin og eitt vælferðarsamfelag kann ikki liva við, at sosialar tænastur og veitingar á henda hátt verða skerdar so álvarsliga, at einstaklingar og familjur verða niðurkoyrdar mentalt - tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin