Kaj Leo spyr um innlegging av børnum saman við vaksnum á Psykiatriska deplinum

Kaj Leo
Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a)
um
 innlegging av børnum saman við vaksnum á Psykiatriska
deplinum á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir,
at spurningurin er latin inn



 



Kann landsstýriskvinnan greiða nærri frá:



1.    Er tað rætt, at børn nýliga hava verið innløgd saman við vaksnum á
Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum?



 



2.    Hvørji ítøklig tiltøk eru sett í verk seinastu tíðina ella í 2018, fyri at
bøta um umstøðurnar hjá børnum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum?



 



Viðmerkingar



Í viðmerkingunum til
skrivliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað
hevur áður verið ført fram, at børn verða innløgd á Psykiatriska depilin á
Landssjúkrahúsinum saman við vaksnum, hóast tað av fakfólkum verður frárátt at
gera tað og í okkara nærmastu grannalondum verður hetta ikki gjørt.



 



Løgtingsins Umboðsmaður
nevnir í Frágreiðing frá eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum á
Landssjúkrahúsinum 20. oktober 2016 fylgjandi: “Undir eftirlitsvitjanini varð
upplýst, at eitt barn yngri enn 15 ár var innskrivað á opnu eindini á P40, tað
vil siga saman við vaksnum.”



 



Tað, sum verður nevnt
'avskerming' og foreldrainnlegging, er ikki nøktandi og eigur ikki at verða
góðtikið í einum framkomnum, demokratiskum samfelag, sum gevur seg undir Altjóða
Mannarættindasáttmálan.



 



At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum,
at tað vísir seg framvegis at verða stórur tørvur á betringum og menning á
hesum økinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur.



 



Sambandsflokkurin