Kaj Leo spyr Sirið um bíðilista og eykajáttan til sjúkraviðgerðir uttanlands

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður
fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin mikudagin 19. september at
seta ein munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í
heilsumálum um bíðilista og eykajáttan til sjúkraviðgerðir uttanlands



 



Spurningar til landsstýriskvinnuna:



 



1.   
Hvussu stórur er
bíðilistin í løtuni til sjúkraviðgerðir uttanlands?



 



2.   
Nær í ár verða vanligar
sjúkraviðgerðir uttanlands settar í gongd aftur?



 



3.   
Hvussu stóra eykajáttan
2018 fer landsstýriskvinnan at skjóta upp at veita til sjúkraviðgerðir
uttanlands?



 



Viðmerkingar



 



Tað er óskiljandi, tá vit tosa um at
fáa heilsubót, at føroyingar verða settir á ein langan bíðilista og at hetta
verður gjørt í bestu búskaparligu tíðum hjá landskassanum.



 



Hví hevur samgongan steðgað ávísum
uttanlandsviðgerðum fyrr í ár fyri at spara pening á fíggjarlógini, soleiðis at
føroyingar ikki sleppa til Danmarkar til útgreining og/ella viðgerð.



 



Er tað veruliga soleiðis, at okkara
vælferðarsamfelag sigur nei at veita heilsubót og at geva føroyingum eitt
dygdargott lív.



 



Lat okkum gera eina tjóðarsemju í
Løgtinginum um ongantíð at steðga fólki at fáa neyðuga sjúkraviðgerð og
heilsubót.



 



Sambandsflokkurin